2018-09-14 08:05
Boðað varð frá grind í morgun í Hestfirði, tætt at Streymoyarlandinum. Eingin bátur er komin til grindina enn, tí tað vóru ferðafólk í bussinum av Gomlurætt, ið sóu grindina og boðaðu frá.
- Bátar eru á veg til grindina, og støða er ikki tikin til enn, hvar grindin verður rikin til, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald