2018-08-16 13:35
Fyri 10 minuttum síðani fekk sýslumaðurin Karl Johansen boð um, at ein grind var funnin millum norðurendan av Borðoynni og norðurendan av Kunoynni - nærri Múlanum.
Ein bátur er hjá miðalstóru grindini beint nú, men boðini eru farin út, og nú gera menn klárt at fara avstað.
Ætlandi verður grindin rikin inn á Hvannasund, norðanfyri byrgingina, sigur Karl Johansen, sýslumaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald