2019-08-02 10:31
Um hálvgun tíggjutíðina í morgun var boða frá grindboð millum Hvítanes og Flesjarnar.
Grindin varð sædd av landi á Ovara Vegi inni á Gøtu í Hoyvík.
Ein bátur við grindaformanni umborð var hjá grindini um 10-tíðina, og tá varð boðað frá, at ætlanin er at halda grindini til í Sundalagnum, helst er talan so um Hvalvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald