2018-09-05 14:30
Grindin, sum varð funnin 3 fjórðingar norður úr Barðinum, gongur nú spakuliga inneftir. Tað sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Nakrir bátar eru farnir av Sørvági og eru hjá grindini.
Nakað av grind er, og onkrir springarir vóru uppií, men menn halda seg ikki duga at meta um, hvussu nógvir hval, talan er um.
- Eg havi spurt, men tað duga teir ikki at meta um, sigur Jacob Vestergaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald