2018-09-14 09:40
Um hálvgum átta tíðina í morgun varð boðað frá grind í Hestfirði, men tá ið bátarnir komu á staðið, var eingin grind at síggja, hóast veðrið er gott.
Magnus Magnussen, grindaformaður í Havn, sigur nú, at bátarnir eru givnir at leita eftir grindini, sum ferðafólk í bussinum á veg av Gomlurætt bóru eygað við í Hestfirði í morgun.
- Tað síðsta eg hoyrdi frá monnunum var, at teir høvdu leitað allastaðni, og eingin grind var at finna, so teir eru givnir at leita og eru farnir heim, sigur Karl Johansen, sýslumaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald