2018-08-22 09:24
Ein lítil grind var í morgun funnin inni í Sørvágsfirði. Eyga varð hildið við henni inntil sýslumaðurin tók avgerð um hvørt hon skuldi haldast til ella ikki.
- Eg havi júst verið í Bø og hugt, og talan er um tríggjar stórar grindahvalir, sum liggja har og spæla sær. Eg havi givið boð um at lata teir fara, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Talan er helst um ein lítlan bólk, sum slapp í grindini, sum legði beinini í Sandavági í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald