2018-09-05 15:49
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Avgerð er tikin um at merkja grindina og seta sendarar á nakrar av hvalunum á grindini, sum varð funnin fyrr í dag. Tað veit Jn.fo.
Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur við Portal.fo, at talan er um eina lítla grind - eini 20-30 hval.
Grindin varð funnin útfyri Víkum um 13 tíðina í dag, og bátarnir liggja nú út fyri Bø hjá grindini.
Fólk frá Náttúrugripasavninum eru á veg vestur til Bíggjar at merkja grindina, og síðan verður grindin rikin útaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald