Innanlands

Gripur av Føringinum handaður Sands kommunu

Sands kommuna hevur fingið toll og borðskeyta av bátinum, ið bjargaði tveimum øðrum bátsmanningum til lands fyri skjótt 85 árum síðani

(Mynd: Sands kommuna)

(Mynd: Sands kommuna)

2024-11-19 10:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá hátíðarløtan var heima á Sandi 28. september fyri minnismerkinum yvir hendingina tá 10 mannafarið Føringurin bjargaði tveimum bátsmanningum í himmalsins ódnarveðri 14. mars 1940, segði borgarstjórin nøkur orð, millum annað, at einki var eftir av 10 mannafarinum Føringinum, uttan navnabrettið, sum er í varðveitslu hjá ungmannafelagnum Virkinum.

Les eisini: Tað kundi verið ein feigdardagur, men teir bóru boð í bý

Tá hátíðarløtan var komin at enda, kom mentamaðurin Edvard í Skorini Joensen í Sandavági til borgarstjóran og greiddi frá, at hann hevði ein toll og ein borðsskeyta av Føringinum í varðveitslu. Edvard greiddi frá, at morbróðir hansara, Kai Nolsøe, hevði bjargað tollinum og borðsskeytanum beint áðrenn Føringurin bleiv burturbeindur.

- Sum tann hampa- og skilamaður Edvard er, bjóðaði hann Sands kommunu tollin og borðskeytan, skrivar Heri Sverrason, borgarstjóri, á Facebookvanganum hjá Sands kommunu.

Edvard í Skorini hevur síðan verið á Sandi og handað tollin og borðskeytan, sum nú hanga nú í prýðiligu hølunum hjá Sands kommunu.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder