Løgtingið hevur í løtuni aðru viðgerð av uppskotinum hjá Miðflokkinum um at broyta lógina um fosturtøku, sum kom í gildi 1. juli.
Hetta eftir at ein meiriluti í løgtinginum – 18 móti 15 – samtykti at taka málið úr rættarnevndini, nú nevndin enn ikki er komin við áliti í malinum hóast hon hevur fingið longda viðgerðartíð.
Atkvøðugreiðslan í løgtinginum kann geva ábending um, hvar málið liggur, og hvat kann væntast tá málið kemur til atkvøðugreiðslu seinni í dag.
Tingmanningin í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn atkvøddi øll fyri at taka málið aftur í tingsalin, meðan Miðflokkurin og Sjálvstýri atkvøddu ímóti.
Tingmanningarnar hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eru ikki samdar.
Í Fólkaflokkinum atkvøddu Fía Selma Nielsen og Fróði Magnussen fyri at taka málið aftur, og í Sambandsflokkinum atkvøddu Johan Dahl og Sunnvá Dahl Høgfeldt fyri, meðan hini atkvøddu – saman við Sjálvstýri og Miðflokkinum – ímóti.
Í undanfarna løgtingi var tingmanningi hjá Fólkaflokkinum samd, tá atkvøtt varð ímóti broytingum í fosturtøkulógini. Við støðutakanini hjá Fróða Magnussen og Fíu Selmu Nielsen í dag, kann staðfestast, at støðan nú er ein onnur.
Roknast kann við, at atkvøðubýti verður nakað tað sama, tá sjálv atkvøðugreiðslan við aðru viðgerð kemur fyri seinni í dag.
Verður úrslitið tað sama, fellur uppskotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald