Uttanlands

Grønland: Enn eitt brek funnið á telekaðalinum

Grønlendska telefonverkið stórar avbjóðingar við sjókaðalinum

(Mynd: telepost.gl)

(Mynd: telepost.gl)

2019-03-14 09:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Ein skuldi trúð, at tað var óhugsandi við trimum slitum á sjókaðalinum samstundis, men tað er júst støðan, sum nú hevur rakt okkum.

Soleiðis sigur føroyski stjórin hjá grønlendska Tele-Post, Kristian Reinert Davidsen, við Sermitsiaq í sambandi við at Tele-Post hevur staðfest enn eitt brek á sjóðkaðalinum fram við grønlendsku vesturstrondini.

Herfyri vórðu tvey slit staðfest, og hetta hevur verið orsøk til vánaligt internetsamband í Grønlandi.

Les eisini: Helst trolarar, ið eru orsøk til vánaligt internet 

Í hesi vikuni varð eitt av hesum brekum bøtt. Talan var um eitt brek sunnan fyri Sisimiut, sum varð gjørt aftur.

Men í hesum sambandi varð funnið fram til, at tað eisini er eitt brek 70 kilometrar norðan fyri Sisimiut. Enn er óvist, hvat orsøkin til kaðalslitið er, skrivar Tele-Post í tíðindaskrivi.

- Hetta merkir, at kundar okkara norðan fyri Sisimiut framvegis hava vánaligt internetsamband, tí øll ferðsla skal gjøgnum redioketuna frá Aasiaat til Sisimiut, sigur Kristian Reinert Davidsen.

Enn er óvist nær nýggja brotið kann gerast aftur, tí líkindini eru vánalig.

- Tað er tættur ísur norðan fyri Sisimiut og veðurvánirnar fyri komandi dagarnar eru ikki góðar, og tí er einki, sum bendir á, at vit kunnu taka kaðalin upp og bøta um hann. Kaðalskipið fer tí til Nuuk at bíða eftir líkindum, skrivar telefelagið í fráboðanini.

[object Object]
Kort: Tele-Post 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder