Eftir 50 dagar uttan nýggjan tilburð, varð enn ein koronatilburður staðfestur í Grønlandi leygardagin. Hesuferð er tað ikki í Nuuk men í Aasiaat.
Talan er um ein borgara, sum er komin úr Danmark og er síðani staðfestur positivur. Viðkomandi er nú avbyrgdur saman við familjuni, og smittuvandin verður mettur at vera lítil.
Persónurin hevur verið sjúkur við COVID-19, meðan hann var í Danmark, men varð fleiri ferðir staðfestur negativur áðrenn heimferðina til Grønlands. Eftir at hann kom heim, vísti ein kanning aftur positivt úrslit.
Tað hevur áður verið frammi, at fólk, sum hava verið smittað við COVID-19 kunnu hava virusið ella arvaevni frá virusinum í sær leingi eftir, at tey eru vorðin frísk, og tí kann ein kanning av teimum verða positiv.
– Tað er sannlíkt, at tað í hesum førinum er inaktivt virus, sum er orsøkin til positiva úrslitið. Men mann kann ikki útiloka, at ein smittuvandi framvegis er har. Tí hava vit sjálvandi tikið øll neyðug fyrivarni í hesum málinum, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen sambært Sermitsiaq.
Hetta er 12. tilburðurin, sum er staðfestur í Grønlandi, síðan fyrsti tilburðurin varð staðfestur í Nuuk 16. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald