Fríggjadagin 21. februar verður forkunnug avdúking av enn einari orðabók, ið Sprotin letur úr hondum.
Avdúkingin verður í Grønlendingahúsinum í Havn, tí talan er um grønlendska-føroyska orðabók, sum vit av sonnum kunnu vera errin av.
Til framløgutiltakið fer M. C. Restorff fer saman við øðrum at spæla og syngja á grønlendskum. Røður verða við Jenis av Rana, uttanríkis- og mentamálaráðharra og Jonhard Mikkelsen, Sprota-stjóra.
Elin Neshamar hevur staðið fyri arbeiðinum at skriva orðabókina, og tað verður eisini hon, sum fer at lata orðabókina upp fyri almenninginum og greiða frá arbeiðinum.
Grønlends-føroyska orðabókin er orðabók nummar 22, sum verður tøk á heimasíðuni hjá Sprotanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald