Talan er fyri fyrst um ein triðing av grótinum, og tað er grót Streymoyarmegin, ið verður verður til gangs fyri Velbastað.
Partarnir hava gjørt avtalu um ein triðing av grótinum, og skulu sambært Kringvarpinum eisini gera avtalu um hinar tveir triðingarnar. Tilsamans er talan um 670.000 rúmmetrar av gróti.
Festarin, Djóni Zakaris Frýdal, fær 1,65 milliónir krónir frá P/f Eystur- og Sandoyartunlum fyri at gera bøin niðanfyri vegin við Breiðá
Arbeiðið Streymoyarmegin byrjar í hesari vikuni, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/f Eystur- og Sandoyartunlum við KVF. Sprongdir eru higartil góðir 200 metrar í Sandoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald