Innanlands

Gunn stríðist fyri mentanini

Norska Gunn Hernes setti sær høg mál í virki sítt sum stjóri fyri Norðurlandahúsið. Hennara hugburður mótvegis javnsstøðu og tolsemi møtti tó mótstøðu í Føroyum. Men hon letur seg ikki trýsta til at taka ælabogavimplarnar niður tann eina dagin á árinum. – Vit skulu úttrykkja okkum heldur enn sensurera hvønnannan, heldur hon

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-13 17:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Et tað nakar, ið gongur á odda í miðlingini av norðurlendskari mentan til Føroyar og føroyska mentan til Norðurlond og umheimin annars, so er tað Norðurlandahúsið.

Norðurlandahúsið í Føroyum er eitt av flaggskipunum, tá tað ræður um at skipa fyri og breiða út mentan í norðurlendskum høpi. Kanska sjálvt flaggskipið, tí tað er so umfatandi í sínum virksemi í mun til teir stovnar í Norðurlondum, sum húsið kann samanberast við.

Hugskotið um at byggja mentanarhús, sum skuldu standa sum varðar fyri norðurlendskari mentan og list var eitt víðskygt og stórt mál í síni tíð. Men eftir at Norðurlendska Ráðharraráðið hevði bygt mentanarhús fyrst í Reykjavík og síðan í Tórshavn, varð tankin sleptur.

Hugskotið gjørdist heldur ov víðskygt, ella kostnaðarmikið, og tí komu ikki fleiri.

Í dag kunnu vit føroyingar fegnast um, at vit náddu at fáa hetta húsið, áðrenn víðskygdu mentanarligu norðurlendsku íløguætlanirnar vóru broyttar.

Síðan 1983 hevur Norðurlandahúsið við Ringvegin í Havn staðið sum ein lýsandi viti, ið vísir okkum føroyingum hvagar altjóða listin er á veg og hjálpir føroyskum listafólkum út í heim, so at listin, tað verði seg tónleikur, bókmentir, palllist og onnur list, er við at menna seg sum ein føroysk útflutningsvøra eisini.

Nógv er hent – ómetaliga nógv – síðan mentanin byrjaði at blóma inni í hulduheygnum hjá Ola Steen arkitekti í Sortudýki.

Javnstøða og tolsemi
Við altíð smílandi norsku Gunn Hernes á odda, nú á triðja ári, hevur Norðurlandahúsið í dag ein stjóra og leiðara, sum útstrálar entusiasmu og vilja til at bera og vísa mentanina fram.

Úr skrivstovu síni kann Gunn tó ikki annað enn iðra seg um, at tað mesta av virkseminum er sett á pausu í ár, og at tiltøkini, sum eru, eru so avmarkað orsaka av strongu trygdarkrøvunum.

Tá tað er sagt, so kennir Gunn Hernes seg sum Jeppe í dreymasongini, tí tað at sleppa at standa á odda fyri einum mentanarhúsi av týdningi hevur altíð verið ein dreymur hjá henni.

Men hon hevur sett sær høg mál fyri sítt virki, nevniliga at varðveita álitið og savningarmegina í Norðurlondum. Og tað skal gerast við at leggja dent á virðir, sum eitt nú javnstøðu og tolsemi, og hetta hevur ikki verið so væl móttikið hjá øllum í Føroyum.

Meira um tað móti endanum í hesi greinini.

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Hetta var tað, hon vildi
Gunn var heilt ung, tá hon visti, at hon vildi arbeiða við mentan. Hon hevur roynt eitt sindur av sjónleiki sum ung, og fann útav, at tað ikki var útinnandi palllistafólk hon skuldi vera, men heldur tann, sum stóð aftanfyri og skipaði fyri.

Tí valdi hon at fara til Bíggjar, til Bø í Telemark, at útbúgva seg sum mentanarráðgeva ella kulturkonsulent, sum útbúgvingin æt tá. Gunn greiðir frá, at tá lokala og regionala mentanarlívið í Noregi varð institutionaliserað ella stovnsgjørt, við mentanarhúsum í næstan hvørjari kommunu, skaptist eisini tørvur á eini útbúgving í administrativari leiðslu innan mentanarøkið.

Útbúgvingin varð løgd í Bø, sum liggur rættiliga ”langt úti á landinum” eftir norskum mátistokki. Útbúgvingin í Bø er í dag ein deild av Universitetet i Sørøst-Norge.

Bergen hevði brúk fyri mær
Tá Gunn var liðug í Bø flutti hon til Bergens, sum liggur rættiliga langt frá føðibýnum Moss, uttarlaga í Oslofjørðinum oman móti svenska markinum.

- Bergen var evropeiskur mentanarhøvuðsstaður tá í ár 2000, og eg helt at Bergen hevði brúk fyri einum slíkum sum mær fyri at árið skuldi verða væleydnað, greiðir Gunn smílandi frá.

Tað er palllistin, ið hevði stóra áhugan hjá nýklakta mentanarkonsulentinum, sum í fleir ár arbeiddi breitt við mentan, men við serligum áhuga fyri palllist í næststørsta býnum í Noregi.

Seinni valdi hon at byrja fyri seg sjálva sum framleiðari, produsentur, fyri ymiskar leikhópar, sum tókust við leik og eisini dans.

- Uppgávan hjá einum produsenti er at skipa fyri og tilrættisleggja líka frá tí at eitt hugskot verður ment, og søkjast skal um stuðul, og síðan finna hølir og støð til framførslur. Starvsøkið er sera breitt, ásannar Gunn Hernes.

Tað var í hesum arbeiði, at norðurlendski neistin varð tendraður.

- Útgangsstøðið er tað sama
- Tá ein arbeiðir við at skipa fyri mentanarligum framførslum og tiltøkum, so kemur ein tætt í samband við tær stuðulsskipanir, sum eru í Norðurlondum. Uttan fleiri av hesum grunnum var ikki møguligt hjá mær at gera tað, eg gjørdi. Eg dugdi at síggja stórða virðið í, at Norðurlond hava tikið seg saman at stuðla listini.

- Og stuðulsskipanirnar eru soleiðis háttaðar, at í fleiri førum skal vera talan um samstarv við onnur norðurlond fyri at fáa stuðul, og á henda hátt fekk eg eitt breitt netverk innan mítt øki.

- Ein stórur partur av mínum virksemi tá var at ferðast til messur og festivalar og ferðavirksemið var stórt. Okkurt árið var eg á ferð í 200 dagar, greiðir Gunn Hernes frá.

Les eisini: Mentanargrunnurin - stóri ígongdsetarin í Norðurlondum

Tað var á eini ferð hinu megin jørðina, at tað gekk upp fyri Gunn, hvussu nógv vit hava til felags í Norðurlondum.

- Eg var á eini messu í Suðurkorea, stórari messu, og vit vóru kanska tvey úr Noregi. Tá legði eg til merkis, hvussu vit, sum komu úr Skandinavia og Norðurlondum, líka sum natúrligt funnu saman og hjálptu hvørøðrum.

- Tað var her, at tað gekk upp fyri mær, at eg havi ein norðurlendskan samleika afturat mínum norska. Tað er eitt sindur ringt at seta orð á, men vit skilja hvønn annan. Ikki bara tí at vit kunnu gera okkum forstáilig málsliga, men eisini tí at tað er annað, vit hava til felags, sum ger at vit skilja hvønn annan.

Fagurfrøðiligur felagsskapur
- Tað er okkurt við, at vit hava sama útgangsstøði, vit hava eitt mentanarligt útgangsstøði, sum ger at vit kunnu arbeiða saman stórt sæð uttan forðingar, og so hava vit eisini okkurt til felags fagurfrøðiliga – vit hava ein felags estetikk, sum ger at vit skjótt finna saman í samstarvi, sigur Gunn Hernes.

- Tað við tí felags estetiska sansinum fann eg útav so langt burturi sum í Meksiko. Ein rættiliga serlig verkætlan við 20 norðurlendskum kvinnuligum dansarum frá ymsum londum, summar meira dugnaligar enn aðrar í aldrinum 20 til 60 ár.

- At vera har og uppliva felagsskapin hjé hesum kvinnun, og eisini uppliva hvussu fólkini í Meksiko tóku ímóti okkum, hvat tey undraðust yvir og vórðu ovfarin av, gjørdi tað greitt fyri mær, at norðurlendingar hava nógv til felags, ikki minst á fagurfrøðiliga økinum, sigur Gunn Hernes.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Reykjavík og Havnar
Eftir at hava virkað á fría marknaðinum innan norskt og altjóða mentanarlív í nøkur ár, fór Gunn at leita sær eftir onkrum meira føstum.

- Tað var tann bureaukratiski parturin av mær, sum segði, at nú vóru stundir hjá mær at royna meg í einum meira fyrisitingarligum starvi, har eg fekk møguleika at arbeiða við strukturi, politikki og skipanum innan mentanarlívið.

Tá Gunn sá, at eitt starv var leyst at søkja í Norræna Húsinum í Reykjavík, valdi hon at søkja, og hon fekk starvið sum verkætlanarleiðari har. Hetta var í 2015.

Tá so starvið sum stjóri fyri Norðurlandahúsið í Føroyum varð lýst leyst í úrtíð, tí Siv Gunnarsdóttir valdi at siga upp fyri tíð, uppstóð knappliga ein nýggjur møguleiki.

- Eg hevði vitjað Norðurlandahúsið í sambandi við Bókadagarnar, og var ovfarin av at uppliva húsið, sum er rættilgia nógv øðrvísi enn Norræna Húsið í Reykjavík. Eg tók kjansin og søkti dreymastarvið. Og eg fekk tað...

Framíhjárættur
Gunn Hernes viðgongur, at innan hennara fak er tað ein framíhjárættur at sleppa at standa á odda fyri einum stovni sum Norðurlandahúsið, tí Norðurlandahúsið er so nógv meira enn bara eitt mentanarhús í vanligum týdning.

Hetta er ikki eitt hús, har skipað verður fyri einum tiltaki, har tað ræður um at fáa gestir inn og fáa teir útaftur til næsta tiltak er á skránni.

- Norðurlandahúsið er ein livandi stovnur. Her er lív í alla tíðina. Vit hava okkara stóru tiltøk, men hava alla tíðina eisini onnur tiltøk. Og vit eru vit so heppin at hava væl umtóktu mat- og kaffistovuna Systrar, sum ger at tað altíð er lív í húsinum.

- Vit eru í orðsins sanna týdningi í tøttum sambandi við okkara brúkarar, tí brúkararnir eru her alla tíðina, meira ella minni. Eisini tí, at vit arbeiða bæði saman við professionellum listafólkum, og áhugaleikfólkum. Hetta er veruliga ein framíhjárættur, sigur Gunn Hernes.

- Mín og okkara uppgáva er at vera ein katalysator. Vera við at seta ting ígongd á mentanarliga økinum, men eisini vísa føroyingum hvat hini norðurlondini og umheimurin hava at bjóða.

- Men vit eru eisini við at hjálpa føroyskari list út í heim, bæði til norðurlond og víðari, og tað er tað kanska ikki so nógvir føroyingar, sum geva sær far um, vísir Gunn Hernes á.

Skal vera pláss fyri øllum
Tá ein tosar við Gunn Hernes er ongin ivi um, at hon brennir fyri listini og fyri mentanini og er eisini til reiðar at berjast fyri henni.

Prátið kemur natúrliga eisini inn á tann meira umstrídda partin av hennara virki sum stjóri fyri Norðurlandahúsið, eitt nú at hon hevur tikið málsetningin hjá Ráðharraráðnum í álvara um at virka fyri jøvnum rættindum, javnari viðferð og jøvnum møguleikum hjá LGBT+persónum í øllum Norðurlondum.

Tí varð tað serliga lagt merki til tað, tá Norðurlandahúsið valdi at skifta norðurlendsku fløggini út við ælabogavimplar í sambandi við Faroe Pride dagin undan ólavsøku. Ja, Gunn Hernes er í ávísum skarum beinleiðis løgd undir at vera tann, sum hevur góðtikið siðloysi í almenna rúminum.

- Í strategiini fyri norðurlendska mentanarsamstarvið eru trý høvuðsmál, sum vit arbeiða eftir. Hesi eru børn & ung, haldføri og javnrættindi. At vera inkluderandi mótvegis øllum bólkum í samfelagnum er tí ein heilt natúrligur partur av okkara virki. Tí er tað eisini ein sjálvfylgja fyri meg, at Norðurlandahúsið flaggar við ælabogalitunum í sambandi við Faroe Pride, sigur Gunn Hernes.

Hevur verið fyri ágangi
- Eg skal viðganga, at avgerðin, sum var mín egna, ikki hevur verið væl móttikin allastaðni. Eg havi verið úti fyri ágangi fyri hesa gerðina – fleiri óbehagiligum hendingum har fólk hava rópt eftir mær og skeldað meg út í almenna rúminum.

- Eg havi eisini haft fleiri kaffifundir inni á skrivstovuni míni við fólkum, sum vildu siga mær – summi rættiliga fordømandi – hvat tey hildu um avgerðina. Og tað er fínasta slag. Sjálvandi skulu fólk hava høvi til at siga mær, hvat tey halda.

- Eg havi ongantíð verið bangin, nei. Men eg skal viðganga, at eg hugsi meg væl um hvar eg fari, sigur Gunn Hernes.

- Eg kundi valt at givist við at flagga við ælabogavimplunum fyri at sleppa undan hesum óbehagiligheitunum, men tað haldi eg ikki vera rætt. Tað er júst har sensurur byrjar. Og vit skulu ikki sensurera hvønn annan, men vit skulu úttrykkja okkum. Tað er av stórum týdningi í einum fólkaræðiligum samfelag. Gevur mann seg fyri trýsti, so er onki vunnið, sigur Gunn Hernes, og er skjót at leggja afturat, at hon alla tíðina hevur kunnað síni starvsfólk um hesar avgerðirnar, og at tey hava givið henni fullan uppbakning.

Áhugin fyri Føroyum er stórur
Við sínum royndum sum virkin innan mentan á øllum stigum í Norðurlondum, dugir Gunn Hernes í dag at síggja styrkirnar við norðurlendska samstarvinum, men eisini onkrar veikleikar.

- Í vanliga arbeiðinum og samskiftinum hjá mær, merki er als ikki, at tað verður gjørdur munur á mær, tí eg umboði Føroyar. Áhugin fyri Føroyum og føroyskari mentan og list er stórur allastaðni har eg komi. Og tað er gott.

- Men onkuntíð renni eg meg inn í smávegis forðingar. Til dømis eri eg longu farin at hugsa so mikið føroyskt, at eg gerist ørg, tá eg eitt nú ikki kann velja ’Føroyar’, um eg eitt nú skal melda meg til eina ráðstevnu í altjóða ella norðurlendskum høpi.

- Sum mentanararbeiðari umboði eg føroyska mentan, og so kann eg ikki fara at siga, at eg komi frá Noregi ella Danmark, tað ber ikki til, sigur Gunn flennandi.

Avbjóðingar í samanhaldinum
Seinastu mánaðirnir hava eisini lært hana, at norðurlendska samanhaldið kanska ikki er so sterkt, sum vit vildu ynskt og hava hildið síðan 1952 tá Norðurlandaráðið varð stovnað.

- Flóttafólkakreppan fyri nøkrum árum síðani og nú koronakreppan vísir okkum, at vit ikki standa saman tá veruliga á stendur, og tað er harmiligt. Hetta er avgjørt eitt evni, sum vit skulu arbeiða við tey komandi árini – kanska eisini listarliga, heldur Gunn Hernes.

Gunn Hernes óttast eisini fyri, at samanhaldið millum fólk kann viknað orsaka av koronaavbjóðingunum.

- Tað er fínasta slag at virka hvør í sínum lagi, og so møtast tykisliga á netinum við hjálp av Teams, Zoom ella hvat nú amboðini eita. Men eg kenni eisini á mær, at man ikki fær fult persónligt samband á tann hátt. Tað manglar okkurt í samskiftinum við at fólk ikki eru til staðar í sama rúmi. Tað verði seg á arbeiðsplássinum heima, men serliga eisini í regluliga samskiftinum við samstarvsfelagar uttanlands.

- Tí mugu vit vóna vóna, at tað ringasta nú er yvirstaðið, so vit aftur sleppa at hittast, og ikki minst at fáa spennandi listafólk í Norðurlandahúsið at vísa fram sína list, sigur Gunn Hernes at enda. 

 

Henda greinin um við Gunn Hernes er fjórða av fimm greinum, sum Ingi Samuelsen hevur skrivað fyri Føroya Landsstýri í sambandi við at Føroyar eru partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Greinin hevur eisini verið prentað í Dimmalætting nr 38, 9. oktober 2020

Fyrsta greinin: Føroyar eiga at taka størri ábyrgd í norrønum samstarvi

Onnur greinin: Tær loysnir vit finna fram til kunnu eisini koma øðrum til góðar

Triðja greinin: Norðurlendski vælviljin mótvegis Føroyum er stórur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder