Tá talan er um stuðla mentan og listalívi í Norðurlondum, so kemst ikki uttan um Norðurlendska Mentanargrunnin, ella Nordisk Kulturfond.
Talan er um ein grunn undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum síðan 1967 hevur stuðlað mentanarprojektum, ikki bara í Norðurlondum men eisini uttan fyri Norðurlond.
Grunnurin hevur eina fíggjarætlan á næstan 40 milliónir krónur og stuðlar fleiri hundrað listarligum og mentanarligum verkætlanum á hvørjum ári.
- Tú kanst væl siga, at tað vóru heilt nógvar verkætlanir á mentanarliga økinum, ið aldri blivu til nakað, um tær ikki høvdu møguleika at fáa stuðul frá Norðurlendska Mentanargrunninum.
Soleiðis sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin, Jaspur Langgaard. Hann situr sum føroyskt umboð í mentanargrunninum.
Føroyska umboðið gongur skiftivís millum eitt embætisfólk og ein politikara, og Jaspur Langgaard varð valdur í ár, tí hann situr sum annað føroyska umboðið í Norðurlandaráðnum. Hitt umboðið, Høgni Hoydal, er varalimur í stýrinum fyri Mentanargrunnin.
Mentanin knýtir londini saman
Sjálvur er Jaspur nýggjur í norðurlendskum høpi, og hóast hann hevur sitið í stýrinum fyri mentanargrunnin síðan á nýggjárinum, so hevur hann ikki hitt hinar stýrislimirnar enn í veruligum lívi.
Koronasóttin hevur nevniliga forðað fyri, at tey hava kunnað verið saman á fundi. Allar avgerðir og altsamskifti er tí farið fram á netinum, greiðir Jaspur Langgaard frá.
13 limir eru í stýrinum fyri Norðurlendska Mentanargrunnin. Tey fimm stóru londini áva tvey umboð og tey trý sjálvstýrini eitt umboð.
- Mentanargrunnurin og aðrar skipanir, sum stuðla undir norðurlendska samstarvinum hava sjálvandi stóran týdning. Tað er jú mentanin, ikki minst málið, sum knýtir londini saman, og tí er tað av týdningi at hava ein slíkan grunn, heldur Jaspur Langgaard.
Mentanin fyri sparingum
Umframt at iðra seg um, at hann enn ikki hevur lært sínar felagar í stýrinum at kenna enn, so iðrar Jaspur Langgaard seg eisini eitt sindur um, at játtanin til mentanargrunnin er minkað eitt vet í seinastuni, hetta tí at ráðharraráðið bæði roynir at spara og eisini at royna at flyta pening yvir á grønar verkætlanir, tí umhvørvismál , sum eru millum høvuðsmálini hjá norðurlendska samstarvinum í løtuni.
Jaspur harmast um, at hetta skal ganga út yvir stuðulin til mentanina.
Sum limur í stýrinum fyri mentanargrunnin, og eisini í budgetnevndini í Norðurlandaráðnum, sær hann tað sum sína uppgávu at tryggja, at eitt nú sparingar ikki raka skeivt.
- Vit hava stríðst fyri, til dømis, at tryggja eina nøktandi játtan til Norðurlandahúsið, greiðir føroyski politikarin frá.
Ígongdsetari
Annars sær hann tað sum sína uppgávu, deils at gera føroysk lista- og mentafólk varug við møguleikarnar at fáa stuðul, og so eisini at tryggja, at tað ikki eru listagreinar, sum detta niðurímillum í játtanarskipanini.
Fleiri føroyskar verkætlanir hava notið gott av stuðlinum frá mentanargrunninum. Millum tær seinastu eru Bindifestivalurin í Fuglafirði, FIMFF filmsfestivalurin og Puls-konsertverkætlanirnar, sum bæði Norðurlandahúsið og Mentanarhúsið í Fuglafirði hava skipað fyri.
- Í flestu førum eru tað persónar, sum brenna fyri sínum áhuga, sum fáa gagn av stuðulsskipanunum, og tað dámar mær væl. Grunnurin er eitt slag av íverksetarastuðuli við tað, at tað ikki er møguligt áhaldandi at søkja til somu verkætlan, og tá er hugaligt at síggja, at summar av verkætlanunum eydnast og kunnu halda fram uttan okkara stuðul, sigur Jaspur Langgaard.
Greinin er partur av greinarøð, sum er skrivað fyri Føroya Landsstýrið í sambandi við føroyska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og hevur verið prentað í Dimmalætting
Les eisini: Gunn stríðist fyri mentanini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald