- Tað ræður um at tora at leypa á sjógv, at finna fram til øðrvísi loysnir, og ikki bara sita og bíða eftir at onkur annar finnur loysnirnar fyri okkum. Vit eru ikki partur av stóra meginlandinum, og tí mugu vit sjálvi finna serstakar, unikkar, loysnir.
Soleiðis sigur Kári Mortensen, deildarleiðari á orkudeildini á Umhvørvisstovuni. Kári Mortensen er eitt av føroysku embætisfólkunum, ið er heilt nógv engagerað í norðurlendskt samstarv.
Tá ætlanin tók seg upp um, at Føroyar skuldi átaka sær triðingin av danska formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020, og eitt egnað øki at taka sær av, var orka, var Kári beinanvegin til dystin fús og átók sær at skipa fyri spennandi verkætlanum í hesum sambandi.
Skal koma Føroyum tilgóðar
Við drúgvum royndum innan norðurlendskt embætisfólkavirksemi, veit Kári hvussu skipanin virkar, og hann var skjótur at finna fram tvær spennandi verkætlanir, sum góvu meining her heima í royndini at minka um útlátið av koltvísúrni og við ætlanina um at gera orkunýtsluna á landi grøna innan 2030.
- Tá Halla Nolsøe Poulsen frá uttanríkisdeildini hjá landsstýrinum og Ásmundur Guðjónsson frá NORA komu og løgdu fram ætlanina, segði eg ja beinanvegin, men tað var við eini treyt.
- Treytin var, at verkætlanirnar skuldu koma Føroyum til góðar. Eg tími ikki at arbeiða við onkrari høgtflúgvandi orkuætlan í onkrum øðrum Norðurlandi, sum kanska verður til nakað og kanska – og helst – ikki, sigur Kári Mortensen.
Vit venda aftur til hetta seinni.
Orka og umhvørvi altíð havt áhuga
Kári Mortensen hevur nú í fleiri ár verið ein av eldsálunum at sannføra føroyingar um, at vit ikki kunnu blíva við at brenna olju í egnari oljufýring hvør sær, ikki bara tí at hetta dálkar og órógvar veðurlagið, men oljan er eisini eitt avmarkað tilfeingi.
Hann hevur víst á aðrar varandi loysnir, so sum vindorku og hitapumpuskipanir, ið alsamt eru við at vinda meira upp á seg her heima, og elbilar, ið eisini síggjast í størri tali á føroyska vegakervinum.
Umhvørvi og orka hevur frá ungum árum havt stóra áhugan hjá Kára Mortensen, við síðuna av hondbólti og ítrótt, sjálvandi, hvørs roysni á leikvøllum hann framvegis er gitin fyri.
- Tá eg hevði fingið studentsprógv í 1973, fór eg til Danmarkar at lesa biokemi. Tá var mann longu farin at tosa um vandan við dálking, og kjakið snúði seg eisini um at lata til felagsskapin, ikki at taka so nógv og at klára seg sjálvan. Tað var millum annað áhugin fyri umhvørvi og orku, sum gjørdi, at eg fór at lesa biokemi, lívevnafrøði, greiðir Kári Mortensen frá.
’Mark fyri vøkstri’
- Longu í 1972 vóru tað vísindafók, sum vístu á, at veðurlagið fór at vera ávirkað um vit hildu fram við at brenna olju gass og leiða út CO2 við somu ferð. Bólkurin av embætisfólkum varð kallaður Rom-klubbin, og frágreiðing teirra ”Limits to Growth”. Eg var hugtikin av hesum, og gjørdi eisini sjálvur høvuðsuppgávu á Københavns Universiteti um lívevnafrøði og CO2.
Eftir at hann var liðugur sum cand. scient í biokemi, flutti Kári til Føroyar, og fyrsta starv hansara var sum kemikari á alginatvirkinum á Strondum.
Eftir hetta fór Kári á Fróðskaparsetrið, har hann var við til at gera eina kanning av tøðevni á landgrunninum og hvussu plantuæti veksur.
Umstøðurnar gjørdu tó, at Kári ein heilt stóran part av vaksna lívi sínum virkaði sum lærari á Føroya Studentaskúla. Hann undirvísti í evnafrøði og støddfrøði (hjáfak), men virkaði eisini sum telduvørður har.
Eitt skifti í áttatiárunum var hann í starvi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum umhvørviskemikari, og arbeiddi millum annað við nýggju brennistøðunum og ætlan um biogassverk.
- Longu tá var tosið frammi um eina biogassætlan, vísir Kári Mortensen á.
- Men hon gjørdist ikki til nakað fyrr enn nú, Bakkafrost kom til. Vónandi verður tað ikki ov leingi áðrenn vit kunnu fáa veruligt gagn av hesum virki, sigur Kári Mortensen.
Í 2007 søkti og fekk hann so starvið at taka sær av orkumálum á Jarðfeingi. Tað er sama starv hann situr í enn, nú sum leiðari á orkudeildini á Umhvørvisstovuni.
Norðurlendsk avbjóðing
- Stutt eftir at eg varð byrjaður á Jarðfeingi fekk eg ein fyrispurng, um eg var áhugaður í at taka mær av tí norðurlendska partinum eisini. Tað helt eg ljóðaði áhugavert, og soleiðis gjørdist eg føroyskt umboð í norðurlendska embætisfólkabólkinum, sum arbeiðir við orkumálum, kallaður EK-E, Nordisk Embedsmandkomité for Energipolitik, undir ráðharraráðnum.
- Í hesum arbeiðinum havi eg verið við í nógvum spennandi verkætlanum, og har fingið nógvar og spennandi møguleikar at arbeiða víðari við. Fyrstu árini brúkti eg nógva tíð í einum arbeiðsbólki, TBO (arbejdsgruppe for tyndt befolkede områder), har grønlendingar vóru rættiliga virknir.
- Jú meira eg kom inn í norðurlendska arbeiðið, tess fleiri møguleikar sá eg at gera tiltøk, sum høvdu beinleiðis við Føroyar at gera. Og eg sá eisini, at tey stóru londini vístu stóran áhuga fyri at vera við í verkætlanum, sum víðvíkja teimum smærru tjóðunum í Norðuratlantshavi.
Verkætlanirnar gagna øllum londum
- Í fyrstuni hevði eg eina kenslu, at eg ikki skuldi føra meg ov nógv fram, tí Føroyar ikki eru við til at fíggja arbeiðið hjá ráðharraráðnum, men tað eri eg komin yvir. Tær mennigarætlanir, sum vit gera, til dømis í Føroyum, koma ikki bara okkum til góðar, men kunnu eisini brúkast aðrastaðni, sigur Kári Mortensen.
Hann greiðir frá, at hini londini vóru skjót at lofta góðum hugskotum. Til dømis tá skotið varð upp at hava eina ráðstevnu í Føroyum um orkugoymslu í 2010.
Tað var Jarðfeingi saman við TBO-bólkinum, sum stóð fyri ráðstevnuni, fíggjað við norðurlendskum pengum. Nú eru vónir um, at vit skjótt endiliga fáa eina ella fleiri ’pump-storage’-skipanir í Føroyum. Umframt ætlanina oman fyri Vestmanna, er eisini ein líknandi ætlan í Suðuroynni á tekniborðinum.
- Somuleiðis var við eini ætlan um at gagnnýta sjóhita, sum vit saman við íslendingum koyrdu í árunum 2013 til 16. Vit fingu stórar upphæddir at arbeiða við – upp móti einari millión krónur frá ráðharraráðnum, og vit hava longu sæð úrslitini av hesum arbeiði.
- Á Vestmannaoyggjum verða øll húsini nú hitað upp við sjóhita í fjarhitaneti, og nú fara vit, vónandi, eisini undir eina slíka skipan í Leirvík, sigur Kári Mortensen.
Fleiri aðrar ráðstevnur og seminar hava verið í Føroyum. Kári nevnir sum dømi eina verkætlan, sum kallaðist North Atlantic Energy Network, um at leggja sjókaðalar til ravmagn millum londini.
- Tað er ikki veruleiki í løtuni at leggja sjókaðalar millum londini í Norðurhøvum, men møguleikin er nú lýstur í verkætlanarfrágreiðingini. Tað verða í hesum døgum lagdir kaðalar frá Bretlandi til Noregs og Danmarkar. Og vit vita eisini, at bretar eru áhugaðir í einum kaðali til Íslands.
- So kanska er tað ikki so langt úti í framtíðini at eisini vit og hetlendingar verða knýttir í eitt tílikt netverk.
Korona órógvar virksemið
Kári Mortensen greiðir víðari frá, at embætisfólkabólkurin, hann situr í, eisini er við til at stýra norðurlendska stovnin, sum eitur Nordisk Energi Forskning, NEF, ið hevur høvuðssæti í Oslo.
Tann fundurin gjørdist ístaðin eitt Teams-event á netinum, eins og so nógvir aðrir norðurlendskir og altjóða fundir í ár.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost og Kaj Leo Holm Johannessen, norðurlendskur samstarvsmálaráðharri, skrivaðu í juni undir ætlanaravtalu um bygging av nýggjum grønum alibáti
Spenningur um útboð
Hjá Kára Mortensen er tó tann mest spennandi parturin av formansskapsárinum í ár tær báðar verkætlanirnar, sum júst eru sendar í útboð.
Talan er um eina verkætlan at hita ein part av Leirvík upp við sjóhita, og hin verkætlanin er at byggja eitt tænastuskip til alivinnuna, sum verður rikið við varðandi orku.
- Verkætlanin í Leirvík hevur verið ávegis í nógv ár. Tað eru lokalar kreftir í Leirvík – eg má serliga nevna Fríðfinn Johnsson – sum leingi og áhaldandi hava arbeitt við at fremja hesa ætlanina í verki.
- Vit fingu ætlanina í Leirvík við í skránna fyri formansárið. Vit hava, saman við ráðgevarafyritøkuni Rajani/Rasmussen og Eysturkommunu lýst verkætlanina, sum nú er send í útboð til fyritøkur at bjóða uppá. Vit vóna, at verkætlanin verður gjøgnumførd, og
verður til gagns fyri føroyska orkuskiftið. Áhugin hevur í hvussu so er verið stórur, bæði í Føroyum og uttanlands.
Skifta oljufýringina út við sjóhita
Verkætlanin snýr seg um at taka sjógv inn í eina hitavekslaraskipan, og so leggja rør út til tey niðastu húsini í Leirvík. Í fyrstu atløgu til teir kommunalu bygningarnar, sum eru har í nánd, tað eru skúlan, kirkjuna og aðrar bygningar. Men ætlani er eisini at leggja sjóhitan til eini 90 sethús í økinum.
- Treytin fyri at verkætlanin kann gerast væleydnað er, at tað kann gerast fyri ein so mikið bíligan penga, at tað loysir seg hjá privatum sethúsum at skifta verandi oljufýring út fyri ístaðin at knýtast í fjarhitaskipanina.
Alibátur uttan olju
Hin verkætlanin snýr seg um at fáa grønar orkuloysnir umborð á skip. Og her valdi man at fara til alivinnuna og spyrja, um tey vóru áhuga í einum slíkum nýskapandi projekti.
- Nú gjørdist tað Bakkafrost, sum gjørdist samstarvspartnarin. Men hetta var í samráð við samlaðu alivinnuna. Bæði Bakkafrost, Luna og Mowi vístu stóran áhuga fyri verkætlanini, og tey samdust um at Bakkafrost skuldi átaka sær pilotprojektið, greiðir Kári Mortensen frá.
Talan er um at byggja eina tvíkilju, sum vit síggja so nógvar av, allarflestu bygdar í Føroyum. Ístaðin fyri at vera rikin við olju, skal tvíkiljan drívast við við grønari orku.
- Tað er upp til tey, ið bjóða, at koma við bestu loysnini. Vit ímynda okkum ein bát við ravmagnsmotori, antin við battaríum ella aðrari skipan, hydrogen, kanska. Útboðið skal vísa, hvør loysnin verður, sigur Kári Mortensen.
Sleppa av við yvirskotsorkuna
- Endamálið við øllum hesum er at finna útav, hvussu vit koma av við alla yvirskotsorkuna, sum vit fáa, tá vindmyllu- og aðrar grønar ætlanir eru gjøgnumførdar, tí tað er ein sannroynd, at vit tá – eitt nú tá nógvur vindur er – fara at hava tíðarskeið við stórari yvirskotsorku.
- Avbjóðingin er at hava avtakarar til hesa orku. Ein pumpuskipan, har vatn kann pumpast upp í ovari liggjandi vatngoymslu er ein tann besta loysnin at gagnnýta størsta partin av yvirskotinum – vónandi fáa vit slíkar skipanir skjótt.
- Sjálvt við pumpuskipan verður framvegis nógv yvirskotsorka. Ein loysn er at senda hesa orkuna út til privatar avtakarar, sum kunnu taka ímóti henni tá hon er har, eitt nú á battarí, til upphiting av vatni í stórum vatntangum ella til elektrolysu, har vatn verður gjørt um til vetni (hydrogen) og súrevni (oxygen).
- Og tað er júst ætlanin við hesum báðum verkætlanum, teirri í Leirvík og alibátinum. Tí hava vit – í góðum samstarvi við SEV – eisini funnið fram til ein serprís fyri yvirskotsravmagnið. Prísurin er 88 oyru fyri kilowatttíman, ið er galdandi fyri tey tíðarskeið, tá yvirskot av grønum streymi er á netinum, og tað er vanliga um náttina, í vikuskiftunum ella tá nógvur vindur ella nógv avfall er.
- Tað skal her sigast, at SEV hevur verið ein sera góður samstarvspartnari í allari hesari tilgongdini, og hevur víst stóran áhuga og er komin við sínum íkasti til ætlanina fyri at fáa hana at bera til, sigur Kári Mortensen.
Gongur ov seint
Sambært Kára Mortensen er tað ein ógvuliga spennandi tíð vit eru á veg inn í, hvat orku viðvíkur.
Ótolin sum hann er, iðrar tað Kára Mortensen, at skilagóðar verkætlanir verða útsettar orsaka av, at kæruviðgerðir í almennu kæruskipanunum taka alt ov langa tíð, og kosta bæði aktørum og samfelagnum í dýrum dómum.
- Í nýmótans handlum vera bíðirøðirnar aldrin langar, tí nýggir kassar verða latnir upp tá tørvur er á tí – til gleði og gagn fyri bæði kundarnar og handilin, vísir Kári Mortensen á.
Eisini heldur hann, at summi av umhvørvis- og náttúrufriðingarfólkunum hava lyndi til at vera ov protektiónistisk, og ikki seta t.d. lagnuna hjá einum lómapari í mun til, hvat gott ein vindmylla ger fyri náttúruna.
- Eg skilji ikki, at fólk vilja ganga so langt fyri at verja eitt reiður ella ein lítlan part av einum mýrilendi, tá tey vita hvussu nógv tons av CO2-útláti á Sundi ein vindmylla kann spara, sigur Kári og ristir við høvdinum.
Sum 66 ára gamal sær hann nú fram móti einum enda á sínum virki innan embætisverkið. Men tað er eisini við ávísum nøgdsemi.
Hann heldur, at altjóða samstarvið, eitt nú í norðurlendskum høpi, er við at gera arbeiðiið meira áhugavert og spennandi.
- Tað er eins og við ítróttini. Tá onnur lond halda eyga við tær, so gert tú tær eitt lítið sindur meira ómak, og tú verður ikki so nalvaskoðandi, sum vit í Føroyum kanska onkuntíð hava lyndi til at blíva.
- Hini fylgja við, hvat vit gera á orkuøkinum, og eg haldi eisini at tað er ein orsøk til, at SEV fekk heiðurin av at fáa Norðurlendsku Umhvørvisvirðislønina í 2015. Hetta var ein ovurstórur heiður fyri SEV, sum eisini gjørdi, at SEV fekk uppaftur størri vilja til at seta mál fyri grøna orkuskiftinum, og tað er bara gott, sigur Kári Mortensen.
--
Henda greinin um við Kára Mortensen er onnur av fimm greinum, sum Ingi Samuelsen hevur skrivað fyri Føroya Landsstýri í sambandi við at Føroyar eru partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Greinin hevur eisini verið prentað í Dimmalætting nr 33, 4. september 2020
--
Fyrsta greinin: Føroyar eiga at taka størri ábyrgd í norrønum samstarvi
Triðja greinin: - Norðurlendski vælviljin mógvegis Føroyum er stórur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald