Innanlands

Gunvá við Keldu: - Býráðsleiðslan í Klaksvík er handlingslammað

Býráðslimurin vil vera við, at Klaksvíkar Býráð ikki longur er viðleikari hjá vinnuni

(Mynd: Símun á Høvdanum)

(Mynd: Símun á Høvdanum)

2018-08-06 08:21 Author image
Oda Strøm
placeholder

Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar býráð, talar nú at avleiðingini av at sita bæði á løgtingi og sum borgarstjóri í lesarabrævi, tí sambært henni er býráðið í Klaksvík handlingslammað, nú Sjúrðarberg varð seldur til Russlands, og 25 mans mistu arbeiðið.

- Eg eri púra ovfarin og kløkk av líkasæluni hjá borgarstjóranum og hugmóðigu útsøgnini hjá varaborgarstjóranum, ið bæði eiga at vera verjar hjá vinnulívinum, sum eigur lívið í kommunukassanum. Býráðsleiðsla í kommunu, á hvørs heimasíðu stendur at lesa: "Tilnavnið sum fiskivinnuhøvuðsstaður vitnar um stóra týdningin, vinnan hevur fyri Klaksvík og fyri kommununa hevur tað stóran týdning, at karmarnir eru góðir hjá virkisfúsum borgarum at fara undir vinnuligt virksemi av øllum sløgum."

Orðini hjá býráðsliminum koma í kjalarvørrinum á, at varaborgarstjórin Signhild V. Johannesen í farnu viku skrivaði á Facebook, at eingin noyðist at sita kaldur og svangur, hóast ein hevur mist arbeiðið.

- Nú ein fyritøka hevur valt at selja eitt skip, er nógvur gangur at hoyra. Ja sjálvandi er tað keðiligt og ótrygt, men soleiðis hevur og fer tað altíð at verða. Ynski sjálvandi øll manningin fær arbeiði innan rímuliga tíð. Men tíbetur hava vit eitt gott samhaldsfest vælferðarsamfelag, sum tryggjar, at ongin noyðist at sita kaldur og svangur...Eg vísi eisini til tær góðu skipanir vit hava, ALS er ein loysn fyri tey sum missa arbeiði og útgjaldið er eftir inntøkuni seinastu mánaðarnar. So rokningarnar verða helst goldnar, skrivaði varaborgarstjórin á Facebook.

Gunvá við Keldu vil vera við, at býráðsleiðslan stillisliga heldur undan áganginum á vinnuna í Klaksvík, og vinnan harvið hevur mist ein týdningarmiklan viðleikara.

- Altíð hevur Klaksvíkar Býráð verið ein sjálvsagdur og týdningarmikil viðleikari hjá vinnuni, hetta tykist broytt við sitandi býráðsleiðslu, sigur Gunvá við Keldu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder