Seinastu dagarnar hevur verið leitað eftir einum kavbáti, sum hvarv út frá indonesisku oynni Bali mikudagin, men nú heldur indonesiski herurin seg hava funnið hann.
Umborð á kavbátinum vóru 53 persónar, og óttast varð fyri, at báturin var sokkin, og at tað ikki fór at eydnast at finna hann aftur, áðrenn súrevnið í kavbátinum var uppi. Mett varð, at kavbáturin bara hevði nóg mikið av súrevni til fríggjakvøldið.
Talan er um ein 40 ára gamlan týsktbygdan kavbát, ið er bygdur til at kunna kava niður á millum 250 og 500 metra dýpi. Herurin heldur seg hava funnið kavbátin á uml. 850 metrar dýpi, skrivar Ritzau.
Samstundis hevur hann funnið fleiri lutir og vrakpetti, sum verða hildin at stava frá kavbátinum seinastu dagarnar. Tað er ikki møguligt uttan so at talan er um ógvusligt trýst ella skaða á torpedoina, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald