Uttanlands

Halda seg hoyra róp undir toftunum

31 hava latið lív eftir at motorvegbrúgv í Italia datt niður

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-15 11:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri hundrað barjgingarfólk hava arbeitt í alla nátt við at royna at finna fólk í toftunum eftir Morandi-motorvegbrúnni, sum datt niður í Genova í Italia í gjár.

Inntil víðari hava 31 fólk latið lív, meðan 15 fingu skaða. Millum tey, sum hava latið lív, er eitt 10 ára gamalt barn. 10 av teimum, sum fingu skaða, fingu álvarsligan skaða.

Inntil nú hevur bjargingarliðið bjargað fýra fólkum úr toftunum. Seinasta teirra varð bjargað í morgun.

Tíðindamaður hjá DR fortelur, at bjargingarfólkini siga seg hava hoyrt fleiri neyðarróp gjøgnum náttina, og siga seg enn hoyra rópini. Møguliga eru stórir lummar millum teir betongblokkarnar, sum rapaðu niður, og tí verður enn arbeitt hart fyri at náa fram til fólk.

Bjargingararbeiðið er vandamikið og gongur seint fyri seg, og tí verður leingi, áðrenn hetta er liðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder