Útvarpið riggaði fínt, men sjónvarpsparturin var ikki betri enn næstbest, nú guðstænasta varð send og tingið skuldi setast.
Tað skurraði í undir guðstænastuni og meðan ólavsøkukórið sang á Vaglinum, og gjørdist bara verri tá løgmaður skuldi halda ólavsøkurøðuna.
Undir røðuni var ljóðið sløkt og teksturin á skerminum hvarv eina løtu, áðrenn tað eina løtu seinni riggaði eitt sindur betri, tí enn í einari skurrutari útgávu.
Hyggjarin kundi tó kanska gita seg til hvat løgmaður segði. Aksel V. Johannsen útskrivaði altso val at vera leygardagin 31. august. Ólavsøkurøðan kann lesast her.
- Vit biðja hyggjararnar halda okkum tilgóðar, at vit høvdu trupulleikar við ljóðinum í samband við guðstænastuna og ólavsøkurøðu løgmans. Sendingarnar vera endursendar í kvøld og lagdar út á kvf.fo, stóð á skerminum aftaná røðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald