Mentan

Hallur Joensen í Dali leygardagin

Dalbingar skipa fyri tiltaki leygardagin, har konsert við Halli Joensen verður á skránni umframt felagssangur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-29 20:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 4. september skipa dalbingar fyri tiltaki í Dali.

Á skránni verður konsert við Halli Joensen, felagssangur við dalbingum har feðgarnir Jóanes og Símun Erik Johannesen spæla undir á harmoniku.

Suppa, vaflur, ísur, kaffi/te fæst í roknað prísin, meðan aðrar drykkivørður fáast til keyps.

Tiltakið byrjar klokkan 15. Bussur koyrir úr Skopun til Dals í sambandi við túrin hjá Teistanum klokkan 13.15 av Gomlurætt. Eisini koyrir bussur úr Dali til Skopunar í sambandi við túrin klokkan 22.30 úr Skopun.

Pláss er fyri 200 luttakarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder