Innanlands

Hált og glerstoytt um alt landið

Landsverk boðar frá hálku í nógvum støðum í kvøld, og heitir á bilførarar um at koyra varliga

Á Sandavágshálsi kl. 23:15 (Mynd: Vevmynd / Landsverk)

Á Sandavágshálsi kl. 23:15 (Mynd: Vevmynd / Landsverk)

2021-04-08 23:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koyrilíkindini hava verið vánalig stóran part av degnum orsaka av nógva avfallinum sum hevur verið í dag. Landsverk boðar í kvøld frá, at tað er hált og glerstoytt um alt landið.

Fyrr í kvøld vóru trupulleikar av nógvum jarðroki orsakað av nógva vindinum, men nú vindferðin er minkað nakað er tað serliga hálkan sum kann elva til trupulleikar í ferðsluni.

Landsverk heitir á bilførarar um at koyra varliga.

Koyrilíkindini síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder