Ein bólkur av springarum verður í løtuni rikin móti Hvalvík. Júst hvussu nógvar springarar talan er um er ikki heilt vist.
- Teir siga mær at tað er ein hampuliga stórur bólkur. Men tað er ringt at meta um. Summir siga nokkso fitt, meðan aðrir siga hampiliga stórt, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Jacob Vestergaard leggur dent á, at tað altíð er torført at meta um støddina á bólkinum. Vanliga verður sagt, at tá springara ella grindabólkur eru úti á opnum sjógvi, tá er áleið ein tíggjunda partur omaná. Tí verður ofta faldað við 10. Men tá bólkurin kemur inn á sundini og trongu firðirnar, so er sjálvsagt, at ein størri partur av bólkinum kemur upp. Tí er tað, at talið so ofta broytist, tá bólkur nærkast landi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald