2022-02-15 08:12
Starvsfólkini hjá SAS Ground Handling, fóru í nátt aftur til arbeiðis, og alt er vanligt aftur á floghavnini. Tað skrivar Danmarks Radio frá miðlaovastanum hjá floghavnini.
Tað tekur tó nakrar dagar áðrenn alt viðførið, sum hevur staðið eftir hesar seinastu dagarnar, er komið upp á sítt rætta pláss, verður sagt.
Starvsfólkini í viðførishandfaringini løgdu í arbeiðið niður fyri at gera vart við sína ónøgd yvir lønar- og arbeiðsviðurskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald