Mentan

Hanna og Mikkjal gjørdu besta filmin

Filmurin ’12 ár’ kosin vinnari í filmskappingini hjá Klippfisk

(Mynd: Birgir Kruse)

(Mynd: Birgir Kruse)

2018-11-20 08:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Systkinini Hanna og Mikkjal Davidsen úr Havn fingu í gjárkvøldið fyrstu heiðursløn, 10.000 krónur, fyri stuttfilmin ’12 ár’ í kappingini hjá Klippfisk, sum byrjaði fríggjakvøldið klokkan seks og endaði 48 tímar seinni.

Tá filmsfólkini møttust til kappingina, fingu tey at vita, at evnið í ár var ”Meðan vit bíða”, og saman við evninum var eisini ein forðing, hesaferð ein spegil.

21 filmar komu inn í kappingini, veit bloggurin hjá Birgiri Kruse at siga. 18 ára gamla Hanna gjørdi vinnarafilmin, har bróður hennara, Mikkjal, spælir høvuðsleiklutin.

Dómsnevndin segði soleiðis um besta filmin 12 ár: ”Hóast tað vóru nógv góð uppskot til besta filmin í ár, so var tað ein samd dómsnevnd, sum í síðsta enda peikaði á vinnarafilmin. Besti filmur í ár vísur eitt stórt yvirskot av frásøgugleði, nærveru og filmshandalagi. Ein estetiskur, vísur og poetiskur portrettfilmur um ein 12 ára gamlan drong, sum gleðir seg at blíva vaksin. Og meðan vit bíða, hoyra vit um hansara avbjóðingar, lívsroyndir og dreymar, har drongurin at enda sjálvur tekur avgerð um, at liva beint nú, ístaðin fyri at bíða. Við tryggum hondum, einum vøkrum myndamáli og einum sterkum tempo fortelur filmurin eina kompakta søgu, sum onkursvegna er rørandi, samstundis sum hon bæði er lívsjáttandi og stuttlig. Myndamálið skiftur millum tað subjektiva og tað observerandi. Rútman er sterk og støðug. Alt hetta leiður okkum inn í ein heim, ið vit øll kunnu kenna okkum aftur í. Við støði í tí gerandisliga, sum er í dokumenteraðu løtuni, lyftir filmurin einstaklingin upp í eina tíðarleysa dimensjón, og gevur honum eina rødd, ið er merkt av djúphugsni. Góðu myndirnar styrkja avmáldu løtuna, sum liggur leingi á. Tað er týðuligt, at leikstjórin hevur eina lovandi framtíð innan film.”

Vinnarafilmurin 12 ár er tryggjaður pláss á sýningarskránni, tá Geytakvøldið verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 23. februar næsta ár.

Meira um evnið á Birkblog 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder