2018-08-23 16:58
Stóra heilsutiltakið, BETRI heilsa verður í suðuri í Vági í morgin, fyrst fyri næmingum úr fólkaskúlunum í oynni, og seinni fyri almenninginum.
Og tá ið almenna tiltakið byrjar í morgin seinnapartin í Marghøllini, verður tað við Hans Jacob Hjelm sum kemur at syngja og undirhalda, soleiðis at løtan gerst løtt og hugnalig.
Eftir tað fer Hvistan, ið er fyriskipari av tiltakinum, undir tiltøkini, har gongu, súkklu, rennitúrur er á skránni, umframt eisini venjigartími er í Marghøllini, har ein kann styrkja lendar, búk og meira, umframt at ein kann gera fitness í Pálshøll, nevnt aquafitness, eins og at heitir pottar, sauna og dampbað kann roynast, nú tað verður kvøldaropið.
Eisini er fyrilestur á skránni, har kendur danskur sjónvarpsvertur Henrik Duer kemur at greiða frá um sunnan lívsstíl og viðvarðandi vekttap, og verður hesin fyrilesturin í auluni í Vágs skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald