Innanlands

Hansara Hátign á floti við Mortani

Tekur upp film um ríkisfelagsskapin

Fríðrikkur krúnprinsur og Mortan Johannesen (Mynd: Ingi Samuelsen)

Fríðrikkur krúnprinsur og Mortan Johannesen (Mynd: Ingi Samuelsen)

2019-08-14 11:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani legði útróðrarbáturin Anrana av Argjum at bryggju beint uttan fyri fiskasølutorgið í Vágsbotni við hansara hátign Fríðrikki krúnprinsi umborð.

Saman við krúnprinsinum var útróðrarmaðurin og fiskaseljarin Mortan Johannesen og ein sjónvarpsupptøkumaður umframt eigarin av útróðrarbátinum, Ragnar Hentze.

- Eg havi verið ein túr á floti saman við Mortani. Vit vóru í Nólsoyarfirði og fingu heilt fitt av fiski. Jú, hetta var eitt upplivilsi. Mortan er ein góður lærumeistari, segði krúnprinsurin, tá Portalurin spurdi um hvat krúnprinsurin tókst við.

Og Mortan svaraði aftur, væl upplagdur sum altíð, at prinsurin er ein fiskiklógv.

Fríðrikkur krúnprinsur er á óalmennari vitjan í Føroyum hesa vikuna fyri at gera upptøkur til ein heimildarfilm.

- Eg veri her einar tveir-tríggjar dagar afturat. Tað er upptøkur til ein film, sum skal lýsa ríkisfelagsskapin. Í ár Føroyar, og næsta ár fari eg til Grønlands eg gera ein líknandi film, segði krúnprinsurin, sum fegin prátaði við fólkini, sum komu á bryggjukantin at heilsa uppá.

[object Object]
(Mynd: Ingi Samuelsen)

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder