Í gjárkvøldið varð boðað frá harðligum samanbrestum millum jødar og arábarar í Ísrael.
Eitt nú varð ein jødiskur íbúgvi álvarsliga særdur av arábiskum mótmælisfólkum í býnum Akko, og í býnum Bat Jam nærindis Tel Aviv, vórðu arabiskir handlar álopnir av konservativum jødum.
Aðrastaðni varð boðað frá, at fólk høvdu sett eld á ein løgreglubil, og at fólk høvdu kastað grót eftir arábiskum bilførarum.
Sambært The Guardian hevur ísraelska løgreglan handtikið yvir 400 fólk í sambandi við ófriðinum í gjár.
Síðan mánadagin hava í minsta lagi 83 persónar latið lív í Gaza, meðan sjey hava latið lív í Ísrael.
Ísraelski herurin upplýsir, sambært Ritzau, at tilsamans 1.500 rakettir eru skotnar úr Gaza síðan mánadagin.
Dagførd kl. 11.31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald