Innanlands

Harðmæltir sveisarar settu dám á náttarlívið

Fjepparar hjá FC Luzern máttu biðjast um at binda frið

Kátir Luzern-fjepparar á Svangaskarði í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Kátir Luzern-fjepparar á Svangaskarði í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-02 07:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var sera gott lag á teimum umleið 100 fjepparunum hjá sveitsiska fótbóltsfelagnum, FC Luzern, sum vórðu komnir til Føroya at fylgja dystinum í gjár móti KÍ.

Longu um dagin sóust sveisararnir í býnum í Havn, har skeinkistøðini høvdu nakað at gera at veita teimum ta tænastu teimum tørvaði.

Og á leikvøllinum á Svangaskarði høvdu vaktirnir eisini eitt sindur av arbeiði at fáa sveisararnar upp á pláss. Longu tá dysturin byrjaði vóru fleiri av fótbóltsfjepparunum týðuliga druknir.

Eftir 1-0 sigrin á Svangaskarði og víðari luttøku í Europa League kappingini, fór sveisiski skarðin aftur til Havnar og eitt rættiliga fitt tal av teimum hildu áfram við veitsluhaldinum á skeinkistøðum í høvuðsstaðnum.

- Vit høvdu eitt sindur av stríði av teimum, tí teir larmaðu nakað nógv, so teir vórðu bidnir um at binda frið. Men alt spældi væl av og eftir klokkan umleið hálvgun eitt í nátt, hava vit einki hoyrt til tey, staðfestir vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder