Aftur í ár verður tað Fuglafjarðar Harmonikufelag, ið setur dám á Bátafestivalin á Toftum.
Tó verður tað eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu árini, tí tað bleiv strangliga frámælt av mynduleikunum at hava dans, og fyriskipararnir valdu sjálvandi at fylgja tilráðingunum hjá landsins mynduleikum, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Tónleikaframførslur og harmonikutónleikur hava verið karmur um hugnan í teltinum og verða tað aftur í ár. Í ár verður tiltakið “syngið við” skipað soleiðis, at tað fer at fylla meira og verða við til at skapa hugnan á ársins Bátafestivali.
Tiltakið “Syngið við” byrjar kl. 21.00 í teltinum, har Fuglafjarðar Harmonikufelag og Tórður Mikkelsen luttaka. Atgong til tiltakið er ókeypis.
Gjøgnum alt kvøldið er møguleiki at keypa sær búff, umframt ymiskt annað til matna. Tiltakið endar á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald