Christian Lindholst, sum er ph.d. og institutleiðari á Institut for Retsmedicin á Aarhus Universitet, sigur nú við Danmarks Radio, at hashið í dag er trýfalt so sterkt, sum tað var í 1960'unum.
Á Institut for Retsmedicin á Aarhus Universitet kanna tey THC-innihaldið í hashinum, sum løgreglan leggur hald á.
THC er tað evnið, sum ger, at ein verður "skeivur", tá ein roykir hash - og í fleiri áratíggju var innihaldið av evninum á danska marknaðinum um 8-12 prosent.
Tað byrjaði tó at broytast so seint sum í 2012, sigur Christian Lindholst við DR.
- Royndirnar frá hashinum vístu knappliga eitt THC-niveau millum 25-30 prosent, sum er ein ógvuslig hækking.
Sambært nýggjastu kanningunum frá danska Sundhedstyrelsen halda tølini enn. Hetta er sum skilst orsakað av góðsking í kannabisplantunum, sum ger planturnar lættari at dýrka og ger tær meira robustar enn siðbundnu planturnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald