Minni enn fimm mánaðir eru farnir, síðan fyrsta koppsetingarætlanin móti koronu varð sett í verk, og heimurin hevur nú brúkt meira enn eina mia. skamtar av koppingarevni.
Tað er franska tíðindastovan AFP, sum hevur gjørt eina uppteljing, ið byggir á almennu koppsetingartølini í teimum ymsu londunum, og sambært uppteljingini, fór talið á skamtum uppum milliardina seinnapartin í gjár.
At vit í heiminum nú hava framt meira enn eina mia. koppsetingar merkir tó ikki, at ein mia. av fólki er vorðin koppsett. Tey flestu koppingarevnini krevja, at ein persónur fær tveir skamtar fyri at fáa fulla verju.
Sambært tølunum hjá AP eru ymsu koppingarevnini brúkt í 207 londum og økjum, men 58 prosent av skamtunum eru brúktir í trimum av heimsins fólkaríkastu londum – Kina, India og USA.
Leygardagin hevði Kina við 1,4 mia. íbúgvum brúkt 216,1 mió. skamtar, India við 1,3 mia. íbúgvum hevði brúkt 138,4 mió. skamtar, og USA, ið hevur 330 mió. íbúgvar, hevði brúkt 225,6 mió. skamtar, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald