Týsdagin hittast uttanríkismálaráðharrar í ES til kreppufund um stríðið millum ísraelar og palestinar. Tað upplýsir uttanríkisstjórin hjá ES, Josep Borrell, sambært Ritzau.
Tað er m.a. tað stóra talið á sivilfólkum millum tey dripnu og særdu, sum ikki kann góðtakast, og er tað orsøkin til, at hann hevur innkallað til serligan fund í ovurmorgin, sigur Josep Borrell.
– Vit fara at samráðast um, hvussu ES á bestan hátt kann hjálpa við at steðga harðskapinum.
Sambært palestinsku heilsumyndugleikunum hava 145 persónar latið lív í stríðnum síðan mánadagin, harav 41 børn. Eisini verður boðað frá, at fleiri enn 1.000 persónar í Gaza eru særdir, skrivar DR.
Á Ísraelsku síðuni verður boðað frá, at í minsta lagi tíggju persónar hava latið lív, harav tvey børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald