Nú er tíðin komin, tá fólk fara út eftir havhesti. Hetta er ikki gingið framvið hjá Tórshavnar kommunu, sum nú heitir á fólk um at ganga væl um og at burturbeina avfallið frá havhestatøkuni á ein forsvarligan hátt.
Alt lívrunnið at brenna kann latast Endurnýtsluni á Brennistøðini á Hjalla. Lívrunnið at brenna er burturkast, ið stavar frá livandi verum, t.d. størri mongdir av matleivdum frá húsarhaldum og sláturburturkast av til dømis seyði, fugli, fiski og haru.
Leivdir frá havhesti skulu pakkast væl í plastikkposar. Endurnýtslan hevur tvær serskildar bingjur til lívrunnið tilfar. Bingjurnar eru lokaðar fyri at halda fugli burtur, so at tað slepst undan smittuvanda, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Endurnýtslan á Brennistøðin á Hjalla er opin soleiðis:
Mán.-hós. kl. 8-17
Frí. kl. 10-17
Ley. kl. 10-17 (privat burturkast)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald