Innanlands

Havstovan vertur fyri ICES fundi í Føroyum

Havstovan var vertur fyri árliga ICES-arbeiðsbólkafundinum um uppsjóvarfisk

2018-09-11 12:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mánaðarskiftið august - september var Havstovan vertur fyri árliga ICES-arbeiðsbólkafundinum um uppsjóvarfisk. Umleið 35 granskarar úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Grønlandi, Russlandi, Danmark, Bretlandi, Írlandi, Niðurlondum, Týsklandi, Fraklandi, Spania og Portugal luttóku á fundinum, har stovnsmetingar vóru gjørdar fyri m.a. norðhavssild, makrel og svartkjaft.

Eisini vóru vísindaligar kanningar og veiðuhagtøl, sum eru partur av stovnsmetingunum, viðgjørd. Úrslitini frá fundinum eru latin ICES, sum eftirmetir arbeiðið, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

Tilmælið frá ICES um mest loyvdu veiðu fyri makrel og svartkjaft komandi ár, verður almannakunngjørt tann 28. september. Fyri norðhavssild verður tilmælið ikki tøkt fyrr enn seinni, helst 22. oktober, tí ein umsitingarætlan skal fyrst góðkennast av strandalondunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder