Warner Media, sum eigur fleiri stórar framleiðslufyritøkur sum CNN, TBS, Warner Bros og HBO kastar saman við Discovery, sum millum annað umfatar Discovery Channel, The Food Network og Animal Planet.
Tað skriva altjóða miðlar.
Sambært fyritøkunum hevur avtalan eitt virði upp á 263 milliardir krónur.
Orsøkin er, at harða kappingin um brúkararnar á marknaðinum, har stroymirisarnir Netflix og Disney+ fáa støðugt fleiri kundar.
Netflix hevur 208 milliónir haldarar meðan Disney+, sum hoyrir undir Walt Disney hevur 104 milliónir, sum tænastan hevur fingið upp á bara hálvtannað ár.
Til samanberingar hevur HBO 61 milliónir haldarar.
Avtalan er góðkend av leiðslunum í báðum fyritøkunum, men endaligi handilin verður væntandi ikki upp á pláss fyrr enn á sumri 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald