Innanlands

Heðin Mortensen: Eg eigi onki í hasi rokningini

Heðin Mortensen sigur at hann eigur onki í rokningini upp á 37.000 krónur, sum kommunan ikki vil gjalda, tí tey halda tað vera valgreinar hjá honum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-01 17:00 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg fari ikki at gjalda hatta. Hatta er blivið eitt prinsippmál hjá mær. So má tað heldur bara enda í rættinum, men hetta er eitt mál ímillum kommununa og Vikublaðið. Eg eigi onki í hasi rokningini. 

Tað sigur Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri og núverandi landsstýrismaður samferðslumálum.

6. mars í ár skrivaði Portalurin grein um rokningarnar, sum Sosialurin hevur sent Tórshavnar kommunu, men kommunan ikki vil gjalda. Rokningarnar upp á 37.000 krónur eru fyri nakrar lýsingar og greinar í Vikublaðnum 29. august í 2016, sum kommunan metir vera valgreinar hjá fyrrverandi borgarstjóranum, Heðini Mortensen. Umsitingin í kommununi vil hava Heðin Mortensen at gjalda sjálvur. 

Rokningarnar eru ikki goldnar enn, og Heðin Mortensen sigur, at hann ætlar ikki at gjalda tær, heilt einfalt tí hann ikki metir, at hann eigur tær. Hann sigur, at hann segði ja til at gera eina samrøðu við Vikublaðið summarið 2016 og til lýsingar í sama blað. Men hann sigur at hann ikki hevur sagt ja til at gjalda fyri greinina sjálva.

- Tá man sendir rokning fyri alt tað sum er skriva afturat lýsingini, tá leypir ketan av. Eg komi ikki at hava nakað við hatta málið at gera, sigur Heðin Mortensen.

Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu sendi í 3. oktobur í 2017 Heðini Mortensen teldupost, har hon biðjur Heðin Mortensen taka málið upp við Sosialin, sum tá hevði sent málið til innheintingar.

- Haldi ikki, at tað er ynskiligt, at málið fer í rættin, og tí fari eg at biðja teg um at taka málið upp við Sosialin, skrivaði hon tá til fyrrverandi borgarstjóran. Men Heðin Mortensen undirstrikar at málið er ímillum kommununa og Vikublaðið, ið onki hevur við seg at gera. 

Les eisini: Rokningin hjá Heðini ikki goldin enn

- Kommunan hevur brúkt eina ørgrynnu av pengum uppá lýsingar, eisini eftir at eg fór frá. Eg eri bangin fyri, at hetta verður brúkt politiskt, sigur hann, men undirstrikar, at málið er blivið til eitt prinsippmál fyri seg, og at hann tí ikki fer at gjalda. 

- Mín áheitan er einføld. Avgreið lýsingina, men lat vera við at gjalda fyri greinarnar sjálvar, sigur Heðin Mortensen. Sum undirstrikar, at hóast hann segði ja til at gera eina samrøðu sum borgarstjóri, hevði tað onki við lýsingarnar í blaðnum at gera. 

Partur av størri greinarøð
Vikublaðið, sum var eitt lýsingarblað hjá Miðlahúsinum, er farið í søguna. Men um summarið í 2016 var regluligt tema í blaðnum kommunaval, sum skuldi vera sama árið. Yvir nakrar vikur vórðu samrøður gjørdar við borgarstjórar um teirra kommunu í sambandi við valið sama ár. Heðin Mortensen, sum tá var borgarstjóri, sigur, at hann heldur at kommunan skal avgreiða lýsingina, men ikki gjalda fyri tekstin í blaðnum, tí tað ikki er partur av lýsingini. 

[object Object]Heðin Mortensen verður jaliga lýstur í Vikublaðnum. Men hann tvíheldur um, at hann ikki hevur sagt ja til at gjalda fyri greinar. 

Í blaðnum verður Heðin Mortensen lýstur jaliga. Undir yvirskriftini, "Maðurin sum fer eftir loysnunum", verða avrikini hjá Tórshavnar kommunu eitt nú lýst. Men Heðin Mortensen tvíheldur um, at hann ikki hevur umbiðið jaligar greinar um seg sjálvan, men einans sagt ja til eina lýsing afturat greinunum. 

- Greinin kundi eisini verði negativ. Um tað var onkur, sum skrivaði illa um meg, hevði hann eisini kunna tað, sigur Heðin Mortensen, sum sigur at hann hevði goldið fyri rokningina allíkavæl. 

- Um eg hevði sagt ja til eina lýsing sum borgarstjóri, so hevði eg eisini goldið fyri hana, um tilfarið lýsti meg neiliga, sigur Heðin Mortensen, sum minnir á, at hann gjørdi samrøðuna sum borgarstjóri. Hann heldur ikki, at greinin nakrantíð kann blíva til eina valgrein, eins og umsitingin í kommununi vil verða við. 

- Tað er til eina og hvørja tíð borgarstjórin, sum kann úttala seg vegna kommununa, um hvat er hent í kommununi, og tað var tað eg segði ja til at gera, sigur Heðin Mortensen at enda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder