Innanlands

Heðin Mortensen: Hettar er ein varandi loysn

Hóast stjórin á Strandfaraskipum Landsins ikki heldur Spógvan vera varandi loysn, heldur Heðin Mortensen tað

Heðin Mortensen sigur at Spógvin er ein varandi loysn til Heystleiðina (Mynd: Sverri Egholm)

Heðin Mortensen sigur at Spógvin er ein varandi loysn til Heystleiðina (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-02 18:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg haldi hetta riggaði væl. Tað eru nakrar smáar reguleringar, sum skulu til, serliga í Hesti, har ein bátabrúgv er bíløgd, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðslumálum, sum letur væl at eftir royndartúrin við Spógvanum í Hesti. 

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins segði eftir túrin við Portalin, at hann vónaði ikki, at Spógvin verður nøkur varandi loysn. Hann segði, at báturin ikki varð gjørdur til endamálið, og at tað hevði verið betri við einum báti úr lættari tilfari. 

Les eisini: Spógvin ongin varandi loysn 

Men Heðin Mortensen sigur, at Spógvin skal síggjast sum ein varandi loysn.  

- Hetta er ein varandi loysn. Tað stendur Hestur á reyvini á bátinum, og hann hoyrir til har, sigur Heðin Mortensen, sum heldur at báturin fer at vera góður fyri Hestoynna. 

- Eg ivist onga løtu í, at hetta fer at gagna leiðini væl, sigur Heðin Mortensen. 

Var trupult at fáa bát úr útlondum 
- Vit vildu sjálvandi ynskt at hann var serliga gjørdur, men hettar er tann báturin, sum var til taks í Føroyum. Og tað er øgiliga trupult at fáa innfararloyvi til bátar úr útlondum, tí krøvini eru so strang, sigur landsstýrismaðurin og leggur afturat, at Spógvin nú skal sleppa at standa sína roynd. 

Les eisini: Spógvin skal eisini sigla til Kolturs 

- Aftaná hendan bátin skal ein nýggjur bátur til, men latum okkum royna hettar nú og fáa royndir burturúr hesum, sigur Heðin Mortensen. 

Heðin Mortensen heldur eisini, at báturin er nóg stórur til leiðina, hóast tað kanska onkuntíð verður neyðugt við eykatúrum. 

- Hann tekur 18 fólk um veturin og 25 fólk um summarið. Um tað stendur fólk eftir á Gomlu Rætt, er tað skjótt at gera eykatúrar, sigur Heðin Mortensen. Hann váttar eisini, at arbeitt verður við tilkallingartúrum til Kolturs eisini. 

[object Object]Heðin Mortensen fer í land í Hesti (Mynd: Sverri Egholm) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder