Innanlands

Heilsutrygd: 1870 fer framhaldandi at svara

Læknavaktin verður ikki longur staðsett á Landssjúkrahúsinum, men har sum vakthavandi læknin er. Margit Stóra kom inn í málið í morgun

Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sum hevur sent tíðindaskriv út fyri lítlari løtu síðani um eina nýggja tillaging í læknavaktini (Mynd: Sverri Egholm)

Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sum hevur sent tíðindaskriv út fyri lítlari løtu síðani um eina nýggja tillaging í læknavaktini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-31 12:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at samráðingarnar millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið ikki bóru á mál, hevur Kommunulæknafelag Føroya valt at gera tillagingar í Læknavaktini 1870.

Í hesum sambandi boðaði Kommunulæknafelagið frá broytingum í tænastuni, sum skulu koma í gildi frá í morgin, 1. juni 2023.

Ein grundleggjandi broyting var, at 1870 ikki fór at verða nýtt framyvir, men heldur ymisk nummur, alt eftir hvør dagur tað er, og nær á degnum tað er. Hetta hevur skapt ónøgd millum borgarar og onnur.

Les eisini: 
Gevast nú við 1870
Læknavaktin: - Eg trúði ikki mínum egnu eygum

Hetta kann tulkast sum ein ónøgd hjá Kommunulæknafelagnum, sum hevur koyrt skipanina uttan ein sáttmála seinastu tvey árini.

Nú hevur Heilsutrygd boðað frá nøkrum øðrum í tíðindaskrivinum

- Læknavaktin svarar framvegis á telefon nr. 1870, og tað ber eisini til at ringja á tey telefonnummur, sum Kommunulæknafelagið hevur upplýst. Í fyribilsskipanini verður altíð ein kommunulækni á vakt í meginøkinum. Skipan við koyrivakt heldur fram í Suðuroy og Sandoy.

Sambært Kringvarpinum er hetta eftir, at Margit Stóra, landsstýriskvinnan í heilsumálum, er komin í málið. Hon finnur seg ikki í, at farast skal til eina skipan, har meira enn eitt nummar skal nýtast til hesa grundleggjandi tænastuni. Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sigur við KVF, at tíverri verður tænastan ikki eins góð, og mælir til at partarnir fara til borðið aftur. 

Tað verður soleiðis framyvir, at læknavaktin ikki longur verður staðsett á Landssjúkrahúsinum, men har sum vakthavandi læknin er.

Kommunulæknafelag Føroya fer at kunna borgarar á hóskandi hátt um nýggju fyribilsskipanina. Heilsutrygd fer at bera hesa kunning á heilsutrygd.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder