Innanlands

Heimafriður setur gang á dagsskránna

Skipar fyri pallborðsfundi undir løgtingsvalstríðnum

2019-07-31 09:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

20. august, 11 dagar undan løgtingsvalinum, skipar felagið Heimafriður fyri framløgum og pallborðsfundi í Dansifrøi í Havn.

Óljóð og gangur er ein alsamt vaksandi trupulleiki. Í Føroyum hava vit serliga stórar avbjóðingar við óljóði og ristingum frá skipum við kei. Endamálið hjá felagnum Heimafriður, er at arbeiða fyri at tryggja borgarum heimafrið.

Í hesum sambandi skipar felagið fyri framløgum og pallborðsfundi í Dansifrøi tann 20 august. Evnið er larmur og dálking frá skipum, sum liggja í føroyskum havnum. Tiltakið verður skipað við trimum innleiðandi framløgum frá felagnum og serfrøðingum, við denti á at lýsa málið, heilsuligar avleiðingar og møguligar loysnir.

Umboð fyri politisku flokkarnar eru boðin við at greiða frá teirra støðu til málið. Pallborðskjak verður skipað við umboðunum fyri politisku flokkarnar og framløgufólkunum. Tá verður høvi hjá áhoyrarnum at seta fram spurningar úr salinum til pallborðið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder