Uttanlands

Heimsheilsustovnurin góðkent kinesiskt koppingarevni

Koppingarevnið hjá Sinopharm er fyrsta kinesiska koppingarevnið, sum er góðkent av Heimsheilsustovninum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-08 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sinopharm, eitt kinesiskt framleitt koppingarevni fyri koronu, hevur nú fingið skundgóðkenning frá Heimsheilsustovninum, WHO. Hetta merkir at ST nú kann keypa koppingarevnið og býta tað út kring heimin sum ein partur av Covax-ætlanini, upplýsir aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Covax er eitt átak hjá ST, sum hevur til endamáls at tryggja koppingarevni til tey fátæku londini.

Sinopharm er fyrsta kinesiska koppingarevnið fyri koronu, sum Heimsheilsustovnurin hevur góðkent.

At Heimsheilsustovnurin nú hevur góðkent koppingarevnið merkir tó ikki neyðturviliga, at koppingarevnið fer at verða brúkt á okkara leiðum. Í eitt nú ES er tað evropeiski heilivágsstovnurin, EMA sum avgerð, hvørji koppingarevni verða góðkend til brúk í ES-londum.

Onnur koppingarevni fyri koronu, sum Heimsheilsustovnurin hevur góðkent, eru tey frá Pfizer/BioNTech, Moderna, Johnson & Johnson og AstraZeneca. Koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech er tað einasta, sum verður brúkt í Føroyum.

Eins og við koppingarevninum hjá eitt nú Pfizer/BioNTech, er neyðugt við tveimum skamtum frá Sinopharm fyri at fáa fulla verju. Heimsheilsustovnurin hevur góðkent koppingarevnið til øll, sum eru 18 ár og eldri. Koppingarevnið gevur eina verju á 79 prosent.

Sambært Ritzau verður kinesiska koppingarevnið longu brúkt í fleiri londum, m.a. Pakistan, Ungarn, Serbia og í fleiri afrikonskum londum.

Heimsheilsustovnurin fer væntandi at góðkenna enn eitt kinesiskt koppingarevni í næstum. Talan er um Sinovac, sum longu verður brúkt í 22 londum. Stovnurin fer væntandi eisini at taka støðu til russiska koppingarevnið Sputnik V í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder