Í desember varð eitt nýtt koronufrábrigdi staðfest í India. Nýggja frábridgið, sum nevnist B1617, verður mett at smitta meira, og hildið verður eisini, at koppingarevnini ikki rigga so væl móti tí.
Í apríl og mai hevur India upplivað eina stóra øking í smittutalinum, og seinastu dagarnar hevur landið skrásett uml. 400.000 smittutilburðir um dagin.
Nýggja frábrigdið er ørkymlandi, sigur Heimsheilsustovnurin, sum eisini upplýsir, at stovnurin hevur staðfest frábrigdið í 44 londum. Harafturat hevur stovnurin eisini fingið boð um, at frábrigdið er funnið í fimm øðrum londum, skrivar Ritzau.
Burtsæð frá India er tað Stórabretland, sum hevur skrásett hægsta talið á tilburðum við B1617. Í eitt nú Danmark eru higartil skrásettir 67 tilburðir.
Hóast indiska frábrigdið fyrst varð funnið í desember, er tað síðani eisini staðfest í gomlum royndum frá oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald