Bert tíggju lond eiga heili 95 prosent av koppingarevninum, sum higartil er deilt út, sigur Hans Kluge, evropeiskur stjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO.
Talan er um USA, Kina, Stórabretland, Ísrael, Sameindu Arábisku Emiratini, Italia, Russland, Týskland, Kanada og Spania.
Men koppingarevnið eigur at verða býtt meira rættvíst út, tí vit hava ikki ráð at sleppa summi lond ella samfeløg upp á fjall, sigur hann sambært Ritzau.
Heimsheilsustovnurin arbeiðir við at fáa koppingarevnið út til øll londini, men sambært Hans Kluge er neyðugt, at øll lond, sum eru før fyri at hjálpa og stuðla einum rættvísum býti av koppingarevninum, gera tað.
Sambært heimasíðuni Our World in Data eru fleiri enn 32 mió. skamtar av koppingarevni higartil býttir út.
Av teimum 53 londunum í evropeiska økinum hjá WHO (millum teirra eru Russland og fleiri lond í Miðasia), eru 31 lond byrjað at koppseta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald