Uttanlands

Heimshitt kostar sangarum 33 mió. kr. í endurgjaldi

Pharrell Williams og Robin Thicke skulu gjalda nógv fyri at herma eftir Marvin Gaye

Pharell Williams (uttast til vinstru) og Robin Thicke (í miðjuni)

Pharell Williams (uttast til vinstru) og Robin Thicke (í miðjuni)

2018-12-14 10:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heimskendu sangararnir Pharrell Williams og Robin Thicke eru dødmir at rinda 33 mió. kr. í endurgjaldi til tey avvarandi hjá Marvin Gaye, sála, í eini sak um plagiering.

Løgfrøðiliga stríðið millum Pharrell, Robin Thicke og familjuna hjá Marvin Gaye byrjaði í 2013, tá teir báðir fyrr nevndu góvu út heimshittið “Blurred Lines”.

Sangurin gjørdist nummar 1 í USA og Onglandi, og er størsta hittið hjá Robin Thicke yvirhøvur. Teir báðir vunnu áleið 110 milliónir krónur uppá sangin.

Familjan hjá Marvin Gaye hevur hildið fast við, at sangurin Blurred Lines hermir eftir “Got to Give It Up” hjá Marvin Gaye frá 1977. Útsøgnin hjá familjuni fekk hinar báðar at leggja sak móti familjuni, fyri at fáa staðfest, at teirra sangur ikki er plagiat. Men familjan svaraði aftur við at leggja sak móti teimum fyri at verja sín rætt at avgera, hvussu tónleikurin hjá farna Marvin Gaye skal nýtast, skrivar TV2.

Familjan fekk viðhald í 2015, sum Pharrell og Robin Thicke kærdu, men nú hevur dómstólur í Kalifornia staðfest, at teir báðir skulu rinda 33 mió. kr. í endurgjaldi fyri brot á upphavsrættin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder