Innanlands

Heimsins besta samfelag

-Mín vón er, at tá okkara børn og ommu- og abbabørn í framtíðini á flaggdegnum fara hyggja upp og eygleiða Merkið veittra uppiyvir teimum, so verður tað við vissuni um at búgva í heimsins besta og best rikna samfelag segði Ben Arabo m.a. í flaggdagsrøðuni í Havn í dag.

Frá flaggdagshaldinum í Havn í dag. Myndir Jan Müller

Frá flaggdagshaldinum í Havn í dag. Myndir Jan Müller

2025-04-25 20:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Góðu havnafólk, góðu føroyingar.

Í ár eru 80 ár síðani annar heimsbardagi endaði og bretsku hermenninir, ið høvdu verið í Føroyum undir krígnum, fóru heimaftur til Bretlands.

[object Object]

Sum kunnugt hevði Merkið við Emili Joensen, Jens Olivuri Lisberg, Janusi Øssurson og Paula Dahl, sum upphavsmonnum, verið kent og nýtt í ymsum samanhangum síðani tað var borið fram í 1919, og flaggaði fyri fyrstu ferð í Fámjin. Mær fortalt veittraði tað fyri fyrstu ferð á stong her í Havnini á trappuni hjá Tominu Andreasen, vanliga nevnd Mina, sama ár. Tey húsini stóðu, har Steinatún er í dag.

Men tað skuldi ein blóðugur heimsbardagi til, áðrenn tað bleiv viðurkent.

9. apríl 1940 varð Danmark hersett av týskarum, og longu 12. apríl komu bretar til Føroya undir leiðslu av 26 ára gamla Frederic Mason, sum var útnevndur konsul hjá bretum. Eitt tað fyrsta, sum hersetingarvaldið skuldi taka støðu til, var, hvat flagg føroysk skip skuldu brúka, nú kki var møguligt at brúka Dannebrog.

Vit vita øll niðurstøðuna hjá Mason. 25. apríl 1940 – akkurát 85 ár síðani - vóru boð givin um, at føroysk skip skuldu flagga við Merkinum og mála tað á síðuna. Og henda dag hátíðarhalda vit í dag.

Men tað var nær við, at vit fingu eitt heilt annað flagg enn Merkið. Danski amtmaðurin í Føroyum C.A. Hilbert var hart ímóti, at føroyingar skuldu brúka nakað annað enn Danneborg. Hann tvíhelt um støðuna, og vildi í hvussu so er ikki hoyra talan um, at Merkið skuldi brúkast.

[object Object]

Mason teknaði so sjálvur eitt flagg, sum hann helt, at føroyingar skuldu brúka. Tað var eitt grønt flagg við hvítum krossi. Hann hugsaði, at hetta kundi verða ein neyðsemja við amtmannin.

Hetta uppskot var ikki væl móttikið millum føroyingar.

Ein meiriluti í serligu landsnevndini, har floksformenn og amtmaðurin sótu, atkvøddi 23. apríl 1940 fyri einum uppskoti frá Thorsteini Petersen, um at Merkið skuldi brúkast sum siglingarflagg hjá føroyingum. Meirilutin vóru Thorstein Petersen, Louis Zachariassen og Petur Mohr Dam. Tá Mason dagin eftir kom á fund við Landsnevndina, settu føroysku meirilutaumboðini aftur sítt krav fram um, at Merkið skuldi nýtast. Amtmaðurin helt fast um sína støðu og segði, at hetta var uppíblanding frá bretum í føroysk heimaviðurskifti.

Sum vit síggja uppiyvir okkum, so sleptu bretar tíbetur ætlanini um grøna flaggið við hvíta krossinum, og Merkið varð góðkent.

[object Object]

Annar heimsbardagi var ein tíð, sum í nógvar mátar myndaði tað modernaða Føroyar. Tað var ein tíð við stórum framburði, men eisini við stórum tapum. Tað munnu verða fáar familjur í Føroyum, sum ikki mistu onkran tá. Ein ommubeiggi mín úr Miðvági fórst við Nýggjaberg, har 21 mans sjólótust, eftir at trolarin bleiv søktur av týskarum í 1942.

Søgan hevur givið okkum tað Merkið vit øll eru góð við, og sum veittrar yvir okkum í viðgangi og mótgangi.

Í Føroyum vóru vit heppin, at okkara góðu vinir og nærmastu grannar úr Stórabretlandi komu her fyri 85 árum síðani at hjálpa okkum í myrkastu tíðum. Fyri tað siga vit takk. Vit eru teimum æviga takksom fyri tað.

[object Object]

Eg endurtaki á enskum fyri okkara gestum.

In the Faroe Islands we were fortunate that our good friends and closest neighbours from the United Kingdom came to our aid 85 years ago in the darkest of times. Thank you. We are forever grateful to you.

Og nú 80 ár eru síðani bretar fóru av aftur landinum eftir annan heimsbardaga, so er vert at hugsa um, hvørji virðir man bardist fyri undir 2. heimsbardaga og hvørjir fíggindarnir vóru, og hvat tey veldini stóðu fyri.

Fíggindarnir vóru tey fascistisku einaræðisstýrini, sum líka sum ideologisku systkinabørnini, tey kommunistisku einaræðistýrini, bardust fyri einsrætting, kúging og sensuri. Kommunisman og fascisman eru tveir bøllar av sama dyntli, og hesi stýri og sensurur hanga saman sum krókur og lykkja.

[object Object]

Tí er tað ikki sørt ófrættakent, at man í Europa arbeiðir við almennum sensurlógum, har man vil avmarka talu- og skrivifrælsið. Tað er so nógv skaðiligt á netinum, verður sagt. Ja. Tað er rætt, men tað rætta amboðið er ikki sensurur. Man kann ikki innrætta eitt samfelag, sum um at øll fólk eru tápulingar, sjálvt um eitt fátal vissuligani er tað.

Amerikanska skaldið Mark Twain segði, at sensurur er at fortelja einum manni, at hann ikki fær stoktan búff, tí at eitt pinkubarn ikki klárar at tyggja hann.

Tað eru ivaleyst fólk, sum ikki tola tað fría orðið, og onnur, sum misnýta tað fría orðið. Tað er ikki betri enn næstbest, men tað er betri enn sensurur. Norðmenn siga: -fáið trøllini út í sólina. Sama er við andstyggiligum meiningum. Lat tær koma fram, so tær kunnu afturvísast í einum demokratiskum kjaki. Tað er sum við eldi. Fá han út í opið rúm, so hann kann sløkkjast. Ella liggur hann bert og breiðir seg spakuliga millum skins og hold og stendur so í ljósum loga, áðrenn vit vita av.

Vit mugu hava eitt rúmligt samfelag við margfeldi. Tað hevði verið eitt fátæksligt lív, um man bert kendi fólk, ið vóru líka sum ein sjálvur, hildu tað sama sum ein sjálvur, og høvdu somu áhugamál sum ein sjálvur. Hugsið um øll gingu í takt í einum mentalum strekkmarsji, har eingin tordi at traðka uttanfyri konformitetin.

[object Object]

Tað tykist, sum politikarar í Europa hava gloymt, at í einum rúmligum samfelag við margfeldi, so er tað mest týdningarmikla, at vit hava meiningsmargfeldi, og at ein og hvør hevur loyvi at hava sína meining um alt. Eisini tey, ið ikki hava nógv at hava hesa meining í.

Í hesum døgum, har tolsemi er undir trýsti – eisini her hjá okkum, har vit fyri stuttum sóu eitt fyrilestrartiltak her í Havn verða forstýrað av kreftum, sum týðiligvis hava eitt ivasamt forstáilsi av talufrælsi – so er vert at minnast til, at eingin í samfelagnum hevur so rætt, at man hevur rætt til at frátaka øðrum rættin til sína meining. Eingin hevur so rætt, at man kann intimidera ella hótta onnur til at tiga.

Lat okkum minnast til orðini, ið vóru tilskrivað franska høvundanum og filosoffinum Voltaire: ”Eg havi andstygd fyri tí tú sigur, men eg vil til mín doyggjandi dag verja rættin hjá tær at siga tað.”

[object Object]

Tað skal vera mín vón, at hesi virðini eru tey vit savnast um, tá vit hyggja upp á Merkið. Tað skal verða mín vón, at okkara politikarar minnast til at hyggja út, og minna seg á, hvat flagg veittrar uttanfyri. Hetta so teir ikki blint kopiera onkra hissini sensurlóg, sum ES er í ferð við at kroysta niður yvir Europa, sum eina óynskta bureakratiska brølapu.

Tí vit vita sum er, at fáa vit ein almennan eftirlitsstovn, sum skal hava eftirlit við tí fría orðinum, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn onkur politisk parola verður upplyft til ein óvikaligan sannleika, sum tað verður ólógligt at seta spurnartekin við. So fáa vit eitt sannheitsministerium, akkurát sum í dystopisku bókini 1984 av George Orwell.

[object Object]

Skal so einki mark verða fyri talufrælsi? Jú. Vit hava tvey góð mørk sum er. Mørkini eru, at tað er ikki loyvt at hótta onnur, og tað er heldur ikki loyvt at ærumeiða onnur, sum t.d. at ákæra tey fyri at hava gjørt okkurt kriminelt.

Vit eiga at eygleiða Merkið og hugsa um tey virði tað umboðar.

Ikki minst í hesum turbulentu tíðum, har vit hava yvir 100 vápnaðar konfliktir í heiminum, harav 45 eru í Miðeystri og Afrika. Hesir ræðuleikar kunnu minna okkum á, hvussu forkunnugt eitt friðarligt demokratiskt samfelag er í heiminum. Minni enn ein triðingur av heimsins borgarum hava tann framihjárætt at liva í einum demokratii, harímillum vit.

[object Object]

At lond eru demokratisk, merkir ikki, at tey altíð handla rætt. Vit síggja í hesum døgum heimsins fíggjarmarknaðir loypa upp og niður sum ein yo-yo, alt eftir hvørjar útmeldingar koma úr Hvítu Húsunum. Eitt handilskríggj, sum heimurin ikki hevur sæð í nógv ár, er undir uppsigling. Alt tí at ein forseti hevur klamsað toll á vørur úr øllum heiminum. Og tá heimsins størsti búskapur ger tað, so fær tað negativar avleiðingar um allan heim – eisini heima hjá amerikanarum sjálvum.

Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Donald Trump vísir okkum við síni óstorsligheit, hvussu skaðiligt amboð tollur er. Skaðiligt fyri búskapin, skaðiligt fyri heimshandilin og skaðiligt fyri brúkaran, sum altíð endar við rokningini.

Hetta er nú ikki nakað, sum vit ikki kenna til. Føroyingar eru óførir at áseta toll og punktgjøld, men vit eru so lítil í heimshandlinum, at eingin fer á húsagang, um tey ikki sleppa á føroyska marknaðin. Vit hava til dømis 10% toll á eitt sjónvarp umframt 25% MVG. Av onkrari løgnari grund, so verða tennisketsjarar tollaðir við 2% meira enn golfstavar í Føroyum. Eg veit ikki hví. Tað er neyvan nakar føroyingur, ið veit hví.

[object Object]

Vit kenna eisini væl til at standa uttanfyri høgar tollgarðar. Sum ES tollgarðarnar, har vit til dømis kunnu útflyta heilan frystan makrel til ES tollfrítt, men um hann er virkaður ella konserveraður, so koma – ikki 10% -, men heili 25% ES tollur á hann.

Hví hava lond so toll, tá hann nú er so skaðiligur? Ja. Argumentini eru tey somu allastaðni: pengar at fíggja almennan rakstur, verja av ávísum vinnum og fólkaheilsa. Hesi argument broyta ikki við tann veruleika, at tollur er skaðiligur, og rokningin endar altíð hjá brúkarnum. Tey flestu munnu hava gloymt tað, men ein stórur partur av kjakinum, tá Føroyar fingu MVG fyrst í 1990’unum, var, at MVG skuldi koma ístaðin fyri toll og punktgjøld, men sum ikki einaferð, so hevur tað víst seg at verða ringt at sleppa av við toll og punktgjøld.

Vit kunnu irriterast og øtast, tá USA leggur toll á allan heimin, men vit fáa einki – so akkurát einki - gjørt við, hvør situr í Hvítu Húsunum, líka so lítið sum vit kunnu gera við, hvør situr í Kreml. Men tað er eitt, ið vit kunnu gera. Tað er at feia fyri egnum durum. Tá nú tollur er so skaðiligur, so kunnu vit arbeiða fram ímóti at avskaffa hann hjá okkum. Eg veit væl, at tað ber ikki til at strika alt her og nú, tí at almennu rakstrarútreiðslurnar eru øktar óansvarliga nógv seinastu árini, men vit kunnu byrja við at semjast um ein steðg, har eingin nýggjur tollur verður ásettur, og einki nýtt punktgjald verður ásett. So kann man byrja við at minka toll í tí smáa.

Vit kunnu so ikki ganga og verða firtin inn á onnur lond, sum áseta toll, um vit sjálvi eru røsk at gera tað.

Tá vit tosa um okkara samfelag, og hvussu tað skal skipast, so skulu vit minnast til at hyggja útum og vita, hvat flagg veittrar uppiyvir okkum. Har veittrar Merkið. Tað merkir, at her liva føroyingar, og tær lógir og reglar, sum vit gera, skulu verða eftir tí, sum føroyski veljarin vil.

Vit eiga sjálvandi at hava eitt vítt útsýni og læra av øðrum londum. Helst einari rúgvu av londum, og ikki bara tveimum, trimum. Men útsýnið er mangan ov trongt.

Vit kopiera lóggávu í stóran stíl úr Danmark og seinnu árini ES, uttan at steðga á, at hugsa, um okkum nú tørvar hesar lógir og reglar. Har eiga okkara politikarar og okkara embætisverk at steðga á. Hyggja útum og vita, hvat flagg veittrar í flaggstongini. Tað er ikki Dannebrog ella eitt blátt flagg við gulum stjørnum á.

Vit hava seinastu árini sæð eina øgiliga lóggávuøði, har talið av lógum, reglum og eftirlitstovnum bara økist.

Hóast vit hava valt ikki at gerast limir í ES, so floymir ES lóggáva yvir okkum.

[object Object]

Mario Draghi, ein topp-eurokratur, kom í fjør út við einari rapport, sum segði, at EU síðani 2019 hevur introduserað yvir 13.000 nýggj regulativ, og han peikar á yviregulering, sum beinleiðis orsøk til at EU búskapurin dragnar afturúr tí amerikanska. 13.000 nýggj regulativ verða tveitt yvir Europa sum konfetti! At kopiera hetta er sjálvmorð fyri eitt land sum Føroyar, sum longu nú merkir sviðan av yvirbureaukratisering.

Vit hava heilt einfalt ikki fólkið til at umsita eftir EU reglum, so vit kunnu akkurat tað sama gevast nú.

Gera vit ikki tað, so endar umsitingin sum ein strandaður hvalur, sum kódnar undir sínu egnu vekt.

Ein maður segði fyri at lýsa bureukrati, at Faðir vár hevði 70 orð, Gettysburg røðan hjá Abraham Lincoln hevði 271 orð, tey tíggju boðini 313 orð, og direktiv nummar 1284/2002 frá ES Kommissiónini, sum umrøður støddina á hasselnøtum í skali til sølu, er 2509 orð.

Eitt dømi um slíka yvirregulering er GDPR lóggávan, sum vit fingu fyri nøkrum árum síðani. Hevur nakar føroyskur veljari biðið um GDPR? Kenna tit nakran uttan fyri almennu umsitingina ella konsulentvinnuni, sum heldur, at GDPR hevur verið gagnlig?

Sambært Tech Monitor, so kostar GDPR cirka 8% av vinninginum hjá europeiskum fyritøkum. Hvussu nógvar milliardir er tað? Hví í allari víðu verð royna vit ikki at sleppa undan slíkum í Føroyum?

Tað at vilja minimera bureaukrati, merkir ikki, at man er ímóti vælferð.  Tað er heldur ikki so, at minni bureaukrati er ein vinstra høgra spurningur:

“Vi knuges under stat og love. Vi flås af skattens skarpe klo.”

Soleiðis byrjar eitt ørindi í donsku umsetingini av altjóða arbeiðarasanginum Internationala. Yvirformyndarí og okursskattur er ikki nakað, sum verkamannarørslan søguliga sæð arbeiddi fyri. Tað burdi tað heldur ikki verið nú.

Tað ljóðar sum ein floskul, men eg haldi at tað almenna skal taka sær av teimum gomlu, teimum sjúku og teimum veiku. Harafturat so skal man syrgja fyri, at børn verða ansað, og at tey ungu fáa eina góða ókeypis útbúgving.

Vit vita, hvussu nógvir pengar, vit hava at gera gott við. Vit brúka næstan eina kvart millión per livandi mansbarn í Føroyum í almennum útreiðslum – land og kommunur tilsamans. Tað er ein øgilig upphædd, og eg eri sannførdur um, at um um man inrættaði tað almenna av nýggjum í dag, so fekk man heimsins mest effektiva samfelag fyri pengarnar.

[object Object]

Vit hava fyrr dugað væl at gjørt effektivar almennar skipanir. Vit kunnu nevna okkara A-skattaskipan, sum hevur 40 ár á baki. Men síðani tað, hevur tað verið langt ímillum snapsarnar. Eg veit ikki hví.

Tað fellir mær fyri bróstið, at man tosar um, at man hevur ringt við at klára at taka sær av teimum eldru í Føroyum, og at man noyðist at hækka pensiónsaldurin til 70 ár, samstundis sum vit seta nýggjar almennar stovnar og ráð á stovn. Tosaði nakar um haldføri, tá man játtaði fleiri pengar til eftirlitsstovnar? Tosaði nakar um haldføri, tá man hækkaði talið av aðalráðum? Eg minnist tað ikki.

Tá man nú hækkar pensiónsaldurin til 70 ár við haldføri sum grundgeving, so vænti eg, at hvør einasta hækking í almennum rakstrarútreiðslum, og hvør einasti kopieraður danskur regul ella ES regul skal viðgerast við haldføri sum stavnhald.

Vit eiga at hava nóg mikið av sjálvsáliti til at innrætta samfelagið meira effektivt eftir okkara egna høvdi. Vit føroyingar eru raskir at seta okkum høg mál á summum økjum. Vit kunnu hyggja at ítrotti, har vit nú miðja so høgt sum man kann. Okkara alivinna er eisini í heimsflokki, tí tað hevur hon sett sær fyri at verða.

Vit eru tíbetur givin heimføðisliga at flenna eftir hvørju øðrum, um onkur setur sær sum mál at gerast best í Europa ella best í øllum heiminum.

Hví kunnu vit so ikki seta okkum sum mál at hava best rikna vælferðarsamfelag í heiminum? Hvussu ber tað til, at vit ikki kunnu gera loysnir á tí økinum, sum onnur fara at kopiera, heldur enn at vit kopiera frá øðrum?

Man burdi gjørt allar mannagongdir út frá einari filosofi um, at man skal gera tað so lætt og ómakaleyst sum møguligt hjá borgara og vinnulívinum. Málsviðgerð skal minimerast, og eftirlitsstovnar og innkrevjingarstovnar skulu síggjast minst møguligt í almenna rúminum.

[object Object]

Vit eiga at steðga vøkstrinum í umsiting og eftirlitstovnum. Tá man manglar fólk og tilfeingi í grundtænastunum í vælferðarsamfelagnum, sum eldrarøkt, heilsubót og skúlum, so skal man ikki uppfinna nýggjar uppgávur til tað almenna. Tey gomlu, tey sjúku og tey veiku eru tey, ið skulu raðfestast. Lat tey ungu, tey frísku og tey sterku hava frið. Teimum nýtist ikki at, tað almenna leiðir tey gjøgnum lívið. Vit mugu koma burtur frá at viðfara 55.000 fólk sum hjálparloysingar, bara tí at tað er eitt fátal, sum veruliga er tað. Nei. Spennið eitt gott trygdarnet við smáum meskum undir til tey, sum snáva og veruliga hava tørv á hjálp, og lat hini fáa frið.

[object Object]

Eg haldi, at vit kunnu byrja við at innføra ein forboðssteðg her í landinum. Og so skulu vit gera, sum man gjørdi í British Columbia í Canada fyri góðum 20 árum síðani.

British Columbia er tann vestasti landsparturin í Canada, har góðar 5 milliónir fólk búgva. Aftaná búskaparstagnatión í 1990’unum við einum almennum bureakratii, sum dikteraði alt frá longdini á seymum í privatum træbrúgvum til støddina av sjónvarpsskýggjum í matstovum, so avgjørdi man í  2001 at samtykkja ein regul, sum segði, at hvørja ferð ein nýggj lóg ella ein nýggjur regul bleiv innførdur, so skuldu tvær gamlar lógir ella tveir gamlir reglar út. Soleiðis minkaðu tey uppá 3 ár lógarmongdina við 37%. Hendan avbureaukratiseringin gjørdi, at British Columbia fór frá at liggja undir miðalvøksturin fyri Canada í 1990’unum til at liggja yvir miðalið áratíggju eftir. Uttan at tað gekk út yvir umhvørvið og trygd hjá arbeiðsfólki. Har varðveitti man tey krøv man skuldi, bara við færri paragraffum. Hetta eiga vit eisini at innføra – í stundini.

[object Object]

So, góðu politikarar – ein nýggj lóg inn, og tvær gamlar út. Hetta er vegurin fram.

Tað ber til. Vit mugu bara hugsa øðrvísi, og vit mugu duga betri at rokna eftir reyv. Finn útav hvat outputtið til borgaran skal verða, finn so útav, hvussu tað skal skipast. Ikki kopiera eina danska skipan, og so finna útav, hvat kemur út til borgaran í hinum endanum.

Lat okkum seta almennu uppgávurnar upp. Ovast er tað, sum er neyðugt. So hava vit alt tað, sum er gott at hava. Onkustaðni í tí seinna bólkinum, skulu vit seta eina vatnrætta linju inn og skippa alt niðanfyri linjuna. Tá lógaruppskot skulu fyri tingið, eiga tinglimir at seta tveir spurningar: Ger henda lógin tað tvørligari at verða føroyingur? Ger henda lógin tað dýrari at verða føroyingur? Um svarið er ja til annað av hesum, so skal lógin ikki samtykkjast.

Hyggið upp og eygleiðið Merkið.

Mín vón er, at tá okkara børn og ommu- og abbabørn í framtíðini á flaggdegnum fara hyggja upp og eygleiða Merkið veittra uppiyvir teimum, so verður tað við vissuni um at bugva í heimsins besta og best rikna samfelag, Segði Ben Arabo í flaggdagsrøðuni á Vaglinum. 

[object Object]




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder