Ítróttur

Heimskendi OL-gullvinnarin Alexander Popov vandi Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hevur seinastu tvær vikurnar verið á venjingarlegu í Kranevo við Svartahavið í Bulgaria

2018-08-11 10:25 Author image
Innsent
placeholder

Havnar Svimjifelag hevur seinastu tvær vikurnar verið á venjingarlegu í Kranevo við Svartahavið í Bulgaria.

Ferfaldi olympiski gullvinnarin, russiski Alexander Popov - ein av skjótastu sprintarunum í heiminum nakrantíð, kongurin av sprint - hevur venjingarlegur á sama stað, og í gjár vandi hann Havnar Svimjifelag.

Nógv minnast Popov frá Olympisku Leikunum í 1992 í Barcelona og í 1996 í Atlanta, tá ið hann báðar ferðirnar vann gull í 50 m og 100 m frí. Popov endurvann sostatt gullheiðursmerkini í báðum greinunum, og tað hevur eingin gjørt undan ella seinni.

Popov hevði heimsmetini í 50 m og 100 m frí í ávikavist 8 og 6 ár. Hann er føddur í 1971 og var 20 og 24 ára gamal, tá ið hann vann gullini vid OL. Sum 31 ára gamal megnaði hann at vinna gull í Heimsmeistaraskapinum í 100 m frí. Til stuttleika kann nevnast, at Popov hevði vatnskrekk, tá ið pápi hansara meldaði 8 ára gamla drongin til svimjing. Komin í hylin, fekst hann ikki upp aftur. Restin er søga.

Popov vann íalt 48 altjóða heiðursmerkir, 4 gull og 5 silvur við OL og ávikavist 13 og 26 heiðursmerkir við Heims- og Europamestarastevnur. Popov vísti seg at vera ein sera fyrikomandi ítróttarmaður og legði øllum eina við at taka allar venjingar í álvara, tí í síðsta enda er tað bara upp til ein sjálvan.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder