Bougainville eitur ein oyggjabólkur í Kyrrahavi, sum kanska gerst sjálvstøðugt land í árinum, vit júst eru farin inn í.
Talan er um oyggjarnar eystast í Papua Ný Guines, eitt sjálvstýrandi øki, kallað Bougainville eftir størstu oynni.
Landafrøðiliga er Bougainville ein partur av Sálomonsoyggjunum, men politiskt hoyrir økið til Papua Ný Guinea.
Í árunum frá 1988 til 1998 herjaði borgarakríggj í økinum, sum kostaði minst 15.000 mannalív. Í sambandi við friðarsáttmálan, ið tá varð gjørdur, varð avrátt, at ein fólkaatkvøða um sjálvstýri skuldi haldast innan 2020.
Valdagurin er nú settur at vera 15. juni í ár.
Høvuðsstaðurin í Bougainville eitur Buka eins og oyggin, býurin liggur á. Buka liggur beint norðanfyri Bouganville oynna. Sambært Wikipedia býr umleið ein fjórðings millión í økinum.
Flaggið hjá Bougainville
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald