Uttanlands

Heimurin rennur fyri Kim Wall

Í dag er eitt ár síðani hon var myrd

Kim Wall var íðin rennari (Privatmynd)

Kim Wall var íðin rennari (Privatmynd)

2018-08-10 14:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag er eitt ár síðani at svenski journalisturin, Kim Wall, varð myrd av Peter Madsen umborð á kavbátinum Nautilus. Runt allan heimin minnast tey Kim Wall við at fara út at renna.

Kim Wall verður heiðrað við at fólk fara at renna í býum sum Keypmannahavn, Beijing, New York, og í heimbýi hennara Trelleborg í Svøríki.

Í New York fara tey at renna á teimum teinunum, har Kim Wall vanliga rann tá hon las journalistikk har. Teinurin gongur frá tí gøtuni har Kim Wall búði, til Columbia University, har hon las journalistikk. Kim Wall búði eitt tíðarskeið í Beijing, og har verður eisini runnið.

Tiltakið, sum kallast “Renn fyri Kim” verður eisini hildið í Tel Aviv, Paris, Istanbul, Stokkhólmi, San Francisco og Berlin.

Tilmeldingargjaldið fer til Kim Wall Mindefond, sum hvørt ár gevur ferðastudning á 5000 dollarar til kvinnuligar journalistar, sum arbeiða í sama anda sum Kim Wall gjørdi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder