Frelsarin føddur er er heitið á nýggju jólafløguni, ið kemur út 1. desember.
Tað er Heine Lützen ið hevur verið í studio seinastu tíðina, og savnað saman 10 løg, harav 5 eru nýinnspæld og 5 eru givin út fyrr.
Heine Lützen syngur á 8 av løgunum, umframt eina duett saman við dóttrini Jóhannu. Malan Lützen, systir Heina, syngur eisini eitt lag, ið er ein føroyskað útgáva av "Breath of Heaven" hjá Amy Grant.
Heitislagið er nýskrivað, meðan restin er umsett ella eru gamlir, kendir jólasálmar.
Nýinnspældu løgini eru tikin upp í studionum hjá Jákup Zachariassen, ið eisini hevur lagt til rættis. Óli Poulsen hevur miksað. Ymiskir føroyskir studiotónleikarir, og onkur útlendskur, spæla tónleikin.
– Eg havi leingi ætlað mær at geva út eina jólafløgu, har eg eisini kann savna tey gomlu løgini, sum eg havi sungið gjøgnum árini á ymiskum útgávum. Onkur av hesum eru horvin í meldrinum, men nú er so møguleiki at hugna sær á jólum við hesum góða tónleikinum, við hesum gleðiboðunum um, at Frelsarin føddur er.
Sum er, verður tónleikurin einans givin út á fløgu, og fæst til keyps á vanligu støðunum ella við at bíleggja á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald