Mentan

Heitt kjak um sexismu í løgtinginum

Facebooksíðan hjá Kringvarpinum er í hesum døgum karmur um heitt kjak um sexismu

2022-03-17 10:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru nógv sum hava eina meining um klaguna um sexismu og sexistiskan tóna í løtginginum. Hetta er týðiligt á Facebooksíðuni hjá Kringvarpinum í hesum døgum.

167 viðmerkingar eru higartil komnar undir leinkjuna, sum vísir til orðaskifti í Degi og viku mánadagin, tá Ingilín Dirdiksen Strøm og Hervør Pálsdóttir vóru í sjónvarpsstovuni.

Serliga onkrar viðmerkingar vísa seg at seta eld í hjá summum.

- Nú dugi eg at skilja, hví konufólk vóru hildin uttanfyri politikk í gamla Athen, har tað demokratiska samfelagið bleiv føtt á sínum sinni, skrivar ein brúkari. Hesin sami brúkarin greiðir síðani frá:

- So kundu teir fokusera uppá at byggja land, ístaðin fyri at diskutera sexismu.

Onkur annar sigur seg vera flóvan av sínum kyni, meðan onnur halda kjakið á tráðnum vera sigandi fyri málið.

- Eg eri flóvur av at verða mannfólk, aftaná eg lesi viðmerkingarnar her. Hvat heitasta er galið við tykkum?

- Góðu tit í Kringvarpinum. Kunnu tit gera fleiri innsløg? Hesin tráðurin hevur so dyggiliga staðfest, at tað er stórur tørvur á, at vit halda fram við at tosa um hetta. Veruleikin er, at sexisma er ein trupulleiki í Føroyum, skrivar ein brúkari.

Allur kjaktráðurin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder